Í september var tað Toyta, sum lá á fremsta plássi, tá seldir vóru 22 Toyotabilar. Í oktober var talið av Toyotabilum tó 21, sum gevur Toyota annað plássið. Sølan av Ford er vaksin úr 16 í september til 25 í oktober. Sambært Rúna Djurhuss, stjóra hjá Wenzel, hava tey havt trupulleikar við at fáa nóg mikið av bilum til Føroya, sum aðrar bilasølur eisini hava víst á.
Nummar trý á listanum yvir mest seldur bilar í oktober er Audi við 18.
Her er topp-10 listin við mest seldu bilum í oktober:
FORD: 25 nýggir bilar
TOYOTA: 21 nýggir bilar
AUDI: 18 nýggir bilar
HYUNDAI: 17 nýggir bilar
BRENDERUP: 16 nýggir bilar
VOLKSWAGEN: 15 nýggir bilar
KIA: 14 nýggir bilar
VOLVO: 9 nýggir bilar
INDESPENSION: 8 nýggir bilar
MERCEDES-BENZ: 8 nýggir bilar