Ford mest seldi bilur í juli mánaði

Av teimum 249 nýggju akførunum, sum vórðu seld í juli mánaði í ár, vóru tey flestu av merkinum Ford. 26 í tali.

Tað vísir uppgerðin hjá Akstovuni yvir bilasøluna í Føroyum fyrstu sjey mánaðirnar í árinum.

Næstur Ford er Toyta á øðrum plássi við 21 bilum og Honda og Volkswagen á triðja plássi við 20 bilum í part.

10 tey mest seldu bilmerkini í juli mánaði eru hesi:

Bilmerki

Akf.tal

FORD

26

TOYOTA

21

HONDA

20

VOLKSWAGEN

20

CITROEN

18

RENAULT

18

BRENDERUP

17

VOLVO

17

MITSUBISHI

12

SUZUKI

12

Mest selda bilmerki higartil í ár er framvegis Volkswagen, sum eftir sølutølini fyri junimánað fór fram um Nissan, sum hevði verið mest seldi bilur í Føroyum fyrstu fimm mánaðirnar í ár.

Men nú er støðan broytt aftur.

lvan niðanfyri vísir 10 tey mest seldu bilasløgini fyrstu sjey mánaðirnar í ár:

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

218

NISSAN

194

TOYOTA

188

FORD

172

RENAULT

172

VOLVO

92

CITROEN

84

MITSUBISHI

84

SUZUKI

80

HONDA

72