Foreldur eru farin at ansa nógv betur eftir

Nú er nógv betri skil í, tá ið foreldur koyra børnini í skúla, enn tað hevur verið

Støðan er batnað heilt munandi. 

Tað sigur løgreglan, sum hesi seinastu árini hevur gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna við skúlarnar um morgnarnar, tá ið nógv foreldur koyra børnini í skúla.

 

Hetta var eitt øki, løgreglan fór at leggja stóran dent á, tí tað var ikki ein óvanlig sjón at síggja foreldur koyra børnini í skúla, men høvdu tey sitandi leys í bilinum, uttan at spenna tey í trygdarbelti. Tað var heldur ikki óvanlig sjón, at síggja børn loysa seg út beltinum, tá ið bilurin nærkaðist skúlanum, kanska fyri at vera klár at leypa úr bilinum, so títt og knapt, hann varð steðgaður.

 

Alla tað fyrstu tíðina vórðu eisini nógvar bøtur skrivaðar, og nógv foreldur fingu klipp í koyrikortið. Men løgreglan sigur, at á hasum øki er støðan batnað heilt munandi, tí í kanningunum, sum verða gjørdar nú, er tað rár hending at síggja børn, sum ikki sita í trygdarbelti.

 

Eisini við skúlar, har løgreglan er alt annað enn dagligur gestur, er tað óvanligt at síggja foreldur koyra børnini í skúla, uttan at tey sita í trygdarbelti.

 

Løgreglan tekur hetta sum eitt dømið um, at eitt átak, sum hetta, hevur sína ávirkan og tað verður eisini framyvir soleiðis, at løgreglan fer at kanna skúlaferðsluna um morgnarnar við jøvnum millumbili kring landið.