Tað er ikki ætlanin at seta eina serliga skipan í gildi við sorgar-farloyvi til foreldur, sum missa eitt barn.
Tað sigur Helgi abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum.
Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur reist málið fyri landsstýrismanninum tí hann heldur, at summi foreldur, sum missa eitt barn, orka ikki aftur til arbeiðs beinanvegin aftan á og tískil hava tey brúk fyri at kunna sleppa at syrgja heima í eina tíð.
– Foreldur hava møguleika til at søkja um at verða sjúkrameldað, men er brúk fyri at fáa sjúkrameldingina endurnýggjaða, mugu tey sjálvi syrgja fyri tí.
Tí heldur hann, at foreldur, ið missa børn, fáa rætt til at fáa farloyvi í eina tíð, sum tey kunnu syrgja í.
– Soleiðis hevði tað verið líka natúrligt hjá foreldrum at fara í sorgar-farloyvi, tá tey missa eitt barn, sum tað er hjá teimum at fara í barnsburðarfarloyvi, tá tey fáa eitt barn.
Men Helgi Abrahamsen sigur, at ætlanin er ikki at seta nakra slíka skipan í gildi.
– Tá ið tað syrgiliga hendir, at eitt barn doyr, kunnu foreldur fáa eina sjúkramelding frá læknanum, sigur hann.
– Ætlanin er tískil ikki at gera eina serstaka skipan á arbeiðsmarknaðinum, sum endurrindar syrgjandi foreldrum ta lønina, tey missa í hesum sambandi, til tey kunnu fara til arbeiðis aftur.
Hann sigur, at vit hava aðrar skipanir, sum hava lofta foreldrum í hesari støðuni. Her sipar hann til starvsmannalógina, sáttmálar og dagpengaskipanina.
Hann vísir eisini á, at tað er er ymiskt, nær tey einstøku foreldrini, sum missa eitt barn, eru før fyri at taka arbeiðið upp aftur, og tí er tað gott, at ein lækni, við jøvnum millumbilum, tekur støðu til, hvussu foreldrini hava tað.
– Men metir læknin, at tørvur er á tí, kann hann eisini vísa foreldrum til sálarfrøðing, sigur landsstýrismaðurin.
Hann heldur eisini, at tað er ringt at seta mark á, hvussu leingi ein slík skipan skal vera galdandi.
– Eitt barn er altíð barnið hjá sínum foreldrum, eisini tá tað er vaksið, og spurnartekin kann setast við, um tað ikki kann vera ein eins stór sorg at missa makan, ella onkran annan av sínum kæru, heldur hann
– Eg meti ikki, at tað er ein slíkur samanhangur ímillum tað at fáa eitt barn og tað at missa eitt barn, at bæði skulu hoyra undir Barsilsskipanina, sigur Helgi Abrahamsen.
Barsilsskipanin hevur til endamáls, at allir løntakarar skulu fáa endurgjald fyri lønarmiss í sambandi við barnsburð, men endamálið er eisini at tryggja barninum samveru bæði við móðir og faðir, sigur hann.
Og hann vísir á, at vit hava eina góða barsilsskipan, sum ger, at tað ner til at vera burturi frá arbeiðsmarknaðinum, tá vit fáa børn.
– Barsilsskipanin rindar eisini barsilspening til tey, ið fáa deyðfødd børn. Mannagongdin er, at er talan um eina føðing, verður barsilspeningur veittur.
Barsilsskipanin veitir barsilspening í 48 vikur eftir at barnið er føtt, men doyr barnið í hesum tíðarskeiði, fáa foreldrini kortini barsilspening allar 48 vikurnar.
Helgi Abrahamsen sigur, at hendan mannagongdin verður brúkt, hóast tað ikki er nøkur greið heimild fyri henni í barsilslógini.
Men hann sigur at ætlanin er tó at broyta lógina, soleiðis at greið heimild verður fyri, at foreldur, ið fáa eitt deyðføtt barn, ella sum missa eitt barn tær fyrstu 48 vikurnar, eisini fáa útgjald úr barsilsskipanini.