Foreldur á Toftum væl nøgd við skúlan

Yvirhøvur eru foreldur á Toftum væl nøgd við skúlan í bygdini. Men tey eru kortini misnøgd við at tað ikki hevur eydnast at basa happing.

Tað vísir ein umfatandi kanning, at foreldur at skúlabørnum á Toftum hava svarað yvir 80 spurningum av øllum hugsandi slagi um skúlan.

Skúlablaðið skrivar, at úrslitið av kanningini vísir, at sum heild eru foreldur væl nøgd við skúlan, bæði høli og inanndura umstøðurnar, flokslærarar, fakligu dygdina og nýggju heimasíðuna.

- At kunningin fer um netið og ikki í pappíri eru foreldur sera væl nøgd við og nógv foreldur eru inni á heimasíðuni minst tríggjar ferðir um vikuna

- Hóast skúlin alla tíðina arbeiðir við at basa happing og skapa trivnað, eru foreldur minni væl nøgd við hesi økini, og tey eru ikki nøgd við umstøðurnar uttandura sigur Annfríð Neslíð, forkvinna í skúlastýrinum á Toftum, við Skúlablaðið.

Men tað kemur ikki óvart á hana. Tað kemur heldur ikki óvart á hana, at kanningin vísir, at foreldur ikki fylgja væl við í arbeiðnum hjá skúlastýrinum.

Slíkar kanningar eru vanligar uttanlands, men ógvuliga sjáldsamar í Føroyum.