Forkunnug vitjan og forkunnugir møguleikar

Jens Stoltenberg bar eina heila tjóð á sínum herðum dagarnar eftir vanlukkuliga sorgarleikin í Oslo og Utøya í fjørsummar. »Landsfaðirin«, vóru tað mong, ið róptu hann. Onkur skírdi hann beinleiðis at vera eina superhetju. Slík eyknevni vil norski forsætisráðharrin ikki hava sitandi á sær. Sosialurin fer her aftur um politikaran, tí talan er um forkunnuga vitjan, nú hann er her, ið eisini gevur forkunnugar møguleikar

Leitar tú eftir »Jens Stoltenberg« á alnetinum, kemur fyrst og fremst ein rúgva av tilfari fram, ið knýtir seg at hópdrápinum, Anders Behring Breivik framdi tann 22. juli í fjør. Men tú skalt ikki blaða gjøgnum nógvar síður, áðrenn tað stendur at lesa, hvussu norski forsætisráðharrin í sínum ungu árum royndi hassj, at hann falsaði prógv og soleiðis leyg seg eldri enn hann var, og at hann tveitti steinar eftir amerikansku sendistovuni í Oslo í samband við eina mótmælisgongu. Søgur, ið Stoltenberg hevur viðgingið í ævisøgum og samrøðum, gjørdar við hann. Soleiðis er skjótt at staðfesta, at maðurin er bert eitt menniskja, ið eins og øll onnur hevur traðkað við síðurnar av meiri enn einaferð.

Illa nokk bórust tíðindini um óhugnaligu ræðuleikarnar í Oslo og Utøya henda fríggjadagin í juli, áðrenn gitingarnar – og ikki minst illgitingarnar – byrjaðu. Innari svínhundurin, ið býr í okkum øllum, fór at glepsa og goyggja. Ikki bara í Noreg, men kring allan knøttin. Sjálvandi eisini í Føroyum. Tað er til ein og hvørja tí tann lætta reaktiónin, men tað er ongantíð tann rætta.


Superhetjan og landsfaðirin

Dagarnar eftir vanlukkudagin í 2011 hevði Stoltenberg funnið fram ófatilig evni til at samskifta við eina heila tjóð. Ikki bara tjóðina sum heild, men við hvønn einstakan norðmann. Hann savnaði fólkið við at tosa við menniskjað, sum býr í okkum øllum, heldur enn at øsa svínhundin.

Professari á lærda háskúlanum í Bergen, Frank Aarebot greiddi nakrar dagar eftir vanlukkuna frá, hvussu fleiri politikarar hesar dagarnar broyttust frá at vera nøkur dylhøvd, sum hann tók til, til at verða hetjur.

– Stoltenberg er superhetjan. Fólkið hevur tørv á, at landsins leiðarar tosa teirra vegna. Og tá Stoltenberg ger tað á ein góðan hátt, har hann ikki tosar um hevnd, men um at sýna umsorgan, so nertir hann við okkurt í fólkinum, segði Aarebot millum annað við avísina Fedrelandsvennen.

Aarebot var bara ein av mongum viðmerkjarum, sum róstu Stoltenberg og vístu honum viðurkenning fyri mátan, hann handfór ómetaliga eyma og svára málið uppá. Ein annar var politiski redaktørurin á norska TV2, Stein Kåre Kristiansen. Hann førdi fram, at Noreg áðrenn 22. juli hevði ein reyðgrønan forsætisráðharra. Eftir henda dagin fekk Noreg leiðara fyri alla tjóðina. Ein landsfaðir, sum blaðið VG skrivaði.

Slík eyknevni vóru óneyðug, gjørdi Stoltenberg greitt ein lítlan mánað seinni, tá Aftenposten prentaði eina samrøðu við hann.

– Eg haldi, at vit skulu hugsa um tey, hetta snýr seg um. Vit mugu ongantíð, ikki eitt sekund, gloyma, at hetta snýr seg um tey, ið hava latið lív, ið eru hart særd, ið hava upplivað óunnilig ting og øll tey avvarðandi. Hetta snýr seg um túsundavís av fólkum, segði Stoltenberg, sum eisini er róstur fyri ikki at misnýta tokkan, hann vann millum norðmenn, politiskt.


Kaldur og kyniskur

Í eini lýsing av Stoltenberg skrivaði danska Kristeligt Dagblad beinrakið, at tú sum státsmaður kanst bera teg at á ymsar hættir. At vera harður og kontantur er ein máti – og soleiðis eru tað fleiri, ið eisini minnast Stoltenberg.

Eitt nú hevur Hans Kristian Amundsen, táverandi ábyrgdarblaðstjóri á norsku avísini Nordlys, í fleiri oddagreinum skýrt Stoltenberg at vera bæði valdsarrogantan og politiskt kensluleysan. Tað framgongur í ævisøguni »Stoltenberg – mannen og makten« eftir Thor Viksveen.

Stoltenberg er útbúgvin cand.oecon., tað vil siga innan búskap, hevur altíð stýr upp á fakta og, sum Politiken skrivaði í ummælinum av áður umrøddu ævisøgu eftir Viksveen, so trívist Stoltenberg best, tá tað eru tøl, ið merkja kjakið.

Tí er tað eisini, at danska avísin kemur til fylgjandi niðurstøðu í ummælinum »Stoltenberg – biografi nærmer sig spekulation«, at:

– Tí hevði broytingin frá at vera teknokraturin til at vera kensluborna og uggandi rødd fólksins so stóra ávirkan á norðmenn, skrivaði Politiken og sipaði til, hvussu Stoltenberg kortini megnaði tað, tey fægstu trúu hann megnaði.

Sambært fólki í norska Javnaðarflokkinum, sum standa Stoltenberg nær, hevur maðurin tó altíð havt hesar eginleikaranar, men ikki havt høvið at vísa teir í verki.

Køld tøl í beinhørðum kjakdystum ella kenslubornar savnandi talur, lýsingin hjá rithøvundanum Viksveen av Stoltenberg er serstakliga beinrakin:

– Hann er altíð róligur, líkamikið hvat hendur. Hann letur seg ikki órógva, men hevur ómetalig evni til at savna seg um eina uppgávu her og nú. Hann hevur einastandandi evni til at byrja okkurt nýtt, skrivar hann millum annað.


Politikkur í blóðinum

Jens Stoltenberg, sum fyrstu ferð gjørdist forsætisráðharri í 2000 til 2001, og nú hevur sitið í embætinum síðani 2005, hevur fingið politikkin inn við móðirmjólkini. Hann er sonur Thorvald Stoltenberg, sum hevur verið eitt nú verju- og uttanríkisráðharri og sendimaður í Keypmannahavn, og mamman, Karin Stoltenberg, var varahandilsráðharri og sendikvinna.

Upphav hansara gjørdi, at mong í ungdómsrørsluni hjá Javnaðarflokkinum, AUF, hildu, at Stoltenberg kom til skorin klæði. Hóast hetta var hann mettur sum ógvuliga evnaríkur, og tók hann útbúgvingina í búskapi á lærda háskúlanum í Oslo, samstundis sum hann var formaður í AUF.

Tíðin í AUF hevði millum annað við sær, at Stoltenberg var á fleiri summarlegum á Utøya, sum í hansara tíð sum forsætisráðharri gjørdist karmur um størsta sorgarleikin í Noreg í nýggjari tíð.

Síðani 1993 hevur Stoltenberg verið partur av Stórtinginum, har hann hevur havt tveir ráðharrasessir. Fyrst vinnu- og orkumálaráðharri og seinni fíggjarmálaráðharri.


Makrelmálið

Nú er tað í leiklutinum sum forsætisráðharri, at Jens Stoltenberg vitjar í Føroyum. Mentanarliga, búskaparliga og politiskt hava Føroyar og Noreg verið tætt knýtt gjøgnum mong ár. Sjálvsagt fara Stoltenberg og politisku myndugleikarnir í Føroyum at tingast um makrelmálið. Tí sum eitt nú Edmund Joensen eisini hevur sagt, so er vitjanin hjá Stoltenberg eitt gylt høvi hjá politiska myndugleikanum at lyfta hetta mál á eitt hægri politiskt støði – og tað er vert at royna.

Men sum fyrrverandi orkumálaráðharri, hevur Stoltenberg eisini stóran kunnleika til og kenslur fyri oljuøkinum. Sostatt verður eisini áhugavert at vita, hvat spyrst burtur úr vitjanini hjá Stoltenberg í so máta. Størsta norska fyritøkan Statoil er nevniliga tann, sum gongur á odda í oljuleitingini í Føroyum, og hava vit sum heild nógv at læra av norðmonnum í so máta. Tað hevur norski sendiharrin í Danmark, Jørg Willy Bronebakk, eisini víst á:

– Í byrjanini, tá oljuvinnan sá dagsins ljós í Norðsjónum fyri skjótt fimti árum síðani, vóru vit lærlingar. Tað vóru amerikanarar, sum lærdu okkum um hesa nýggju vinnuna. Nú standa vit sjálvi á odda tøkniliga, tá tað snýr seg um at leita eftir og finna olju ella gass. Og tí kunnu vit nú eisini vera við til at læra onnur um olju og oljuleiting. Og her haldi eg vit kunnu fáa eitt gott samstarv við føroyingar, hevur hann sagt við oljuportalin oljan.fo.

Forkunnuga vitjanin er sostatt eitt upplagt høvi hjá politisku myndugleikanum at ávirka og troyta møguleikar á fleiri frontum, vit higartil ikki hava havt.


--

FAKTA

Navn: Jens Stoltenberg

Føddur: 6. marts 1959

Familja: Giftur við Ingrid Schuleru, ið hevur leiðandi starv í norska uttanríkisráðnum. Tey hava tvey vaksin børn

Útbúgving: Ccand.oecon. frá lærda háskúlanum í Oslo í 1987