Forløgini hava úr at gera

Sum altíð, tá stundar til jóla, hava forløgini úr at gera við at fáa útgávurnar á gøtuna.

Her er eitt yvirlit yvir bókmentir, komnar út seinastu vikurnar.


 
Oddvør Johansen: Úr køksvindeyganum
 
ÚR KØKSVINDEYGANUM er savn av søgum og hugleiðingum eftir Oddvør Johansen. Her verður gjørt gjøldur við smakkdómarunum, sum bara vilja hava, at føroyskur skaldskapur skal vera upp á ein máta. Sum vilja  vera við, at tað bara eru teir, ið duga at skriva í Føroyum, og at kvinnur als ikki áttu at verið limir í rithøvundafelagnum. Men her eru eisini tekstir um gerandisdagin, um hvussu nógv ein bensinstøð við bilvaski kann órógva grannarnar, hvussu allur lívshugur hvørvur, tá ið tú fært feour og um Havnar bý, hvussu vakur hann er – og kundi verirð.
                      Men tað eru eisini hugleiðingar um ferðing um Vestmannasund, summarbræv úr Keypmannahavn, og um eina føroyska kvinnu, hvørs lívsleið hevur verið øðrvísi enn hjá teimum flestu.
                      Teir mongu stubbarnir eru allir merktir av Oddvørs lætta stíli, og at hon dugir at geva bæði fólki og hendingum skemtibrá.
 
Bókin er 149 síður til longdar og kostar 220,- krónur. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út.
 
--
 
Snorra Edda
 
Í SNORRA EDDU ber til at lesa um, hvussu gomlu norðbúgvarnir hugsaðu sær, at heimurin varð skaptur burtur úr holdi og blóði á eini livandi veru, og hvussu heimurin fer at ganga undir, tá ið allar óndar kreftir savna seg at drepa, brenna og týna alt.
Greitt verður frá gomlu gudunum, sum av lyndi er líkir menniskjum. Hvussu svik og fals, góðlyndi og kærleiki trívast millum gudar, hvussu teir bera í bøtuflaka fyri síni mistøk, og hvussu teir royna at halda tí ónda skák mát. Poul Vestergaard týddi.
 
Bókin er 154 síður til longdar og kostar 240,- krónur. Sprotin gav út.
 
--
 
Vølsungasøga
 
VØLSUNGASØGA er grundarlag og íblástur til Nibelungen Ring hjá Wagner og til Ringanna Harra hjá Tolkien.
Hon greiðir frá allari ættini hjá Sjúrði Fávnisbana, hvør faðirin og fedrarnir vóru, hvaðan svørðið kom, hví tað brotnaði, hví Favnir legðist á gullið, hvaðan gullið kom, og hvar tað endaði.
Søgan er høvuðsfrumsøgnin í evropiskar andsmentan, bókmentan, kvæðum og tónleiki. Og nú er hon í føroyskari týðing, eftir Poul Vestergaard.
 
Bókin er 162 síður til longdar og kostar 240,- krónur. Sprotin gav út.
 
 
 
--
 
Svenning Tausen: Orð og orðað
 
ORÐ OG ORÐAÐ skjýtur upp, hvussu bøtt kann verða um ússaligar orðingar, sum ofta eru at síggja á prenti og ofta eru at hoyra.
 
Brúka vit orðið ”ynskja” rætt?
Hvørji orð skúgvar ”luttaka” burtur?
Hvat er galið við samansetingum við ”av”?
Nær brúka vit orðið ”byrja” skeivt?
Verður orðið ”framleiðsla” rætt brúkt?
”Kende til” eitur tað ”kenna til” á føroyskum?
Ber til at ”fremja álop” á føroyskum?
Er ”orsakað av” góð føroysk orðing?
Eitur tað ”atsókn móti”?
Slíkir spurningar verða viðgjørdir í hesi bókini við dømum úr fjølmiðlamáli.
 
Bókin er 185 síður til longdar.
--
 
Gunnar Staalesen: Kvinnan í køliskápinum
 
Ein bók um Varg Veum, ein bergensk útgáva av tí harðkókaða privatdetektivinum: fátækur, vónbrotin, men við einum hjarta av gulli – og einari fløsku av akvavitti at verja seg ímóti einseminum við.
Frú Samuelsen stúrir fyri soninum Arna, sum arbeiðir á einum boripalli í Norðsjónum. Hann plagar altíð at skriva henni nøkur orð, tá ið hann er í landi, men hesaferð hevur hon einki frætt frá honum. Og vertinnan í Stavanger hevur ikki sæð hann í fleiri dagar.
Varg Veum fer til Stavanger. Men har er eingin, sum tekur málið í álvara – Arni Samuelsen er ein róligur og skynsamur fýrur; hann man fara at koma afturíaftur, tá ið hann skal út aftur á oljuleiðina.
Heldur ikki vertinnan hevur stórvegis at brigda honum, hóast har var rok inni hjá honum eina náttina herfyri. Og inni í íbúðini tykist alt vera í fínasta lagi.
Líka til Varg Veum letur køliskápið upp …
Hugin Eide týddi.
 
Bókin er 192 síður til longdar og kostar 198 krónur
 
-- 
 
CJJ Yrkingasavn: September í bjørkum sum kanska eru bláar
 
Carl Jóhan Jensen hevur ongantíð verið nær á námind so góður yrkjari sum nú. Hann hevur evnað sær sín egna stíl og teimum, ið dámar nútíðarligar yrkingar, kunnu fegnast um hetta avrik.
Carl Jóhan er eisini framúr upplesari, og tí er útgávan ein fløga, sum Carl Jóhan hevur lisið allar yrkingarnar inná.
 
Fløgan kostar í handlunum 182 krónur og verður á marknaðinum 16. november
 
--
 
Mark Haddon: Gátuføra málið um hundin í náttini
 
Bókin, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags nú gevur út, hevur vakt miklan ans, síðan hon kom út í Onglandi í 2003. Hon hevur fingið tiltikna Whitbread Book of the Year heiðurslønina og fleiri aðrar prísir.
Nakað serligt er yvir hesi bókini, lesarin gerst hugtikin av heiminum, soleiðis sum hann tekur seg út fyri høvuðspersóninum Kristoffuri.
Kristoffur er fimtan ára gamal. Hann býr í Swindon saman við pápa sínum og gongur í skúla.
Hann hevur Asperger og hevur skil fyri støddfrøði og náttúrurvísindi, men hann skilir ikki menniskju, og atburður teirra tykist honum mangan sera løgin.
Tá ið hann ein dagin finnur hundin hjá grannanum dripnan, ger hann av at fara undir at skriva eina søgu um morðgátuna. Tað, Kristoffur ikki veit, er, at hann eisini kemur at avdúka loyndarmál, sum ger, at grundarlagið, sum hann byggir sína tilveru á, fer at ridla undir honum.
Bókin er upprunaliga ætlað sum ungdómsbók, men hevur víst seg at vera líka væl egnað sum vaksnamannalesnaður. Heilt víst er hon sera umráðandi at lesa hjá fólki, ið eru um børn, sum hava Asperger, men samanumtikið verða vit øll klókari av at lesa <I normal"$?$end$!$Gátuføra málið um hundin í náttuni< EM>.
Mortan Vang hevur hegnisliga týtt bókina, sum er 246 bls., heft við klaffum og kostar 150 kr.
--
 
Mín jólabók 2006
 
Jólabókin er aftur í ár á tremur við góðum, nýskrivaðum søgum og yrkingum og spennandi hugnaligum ítrivi at gera til jóla. Teknað til søgurnar og yrkingarnar hava ung listafólk.
Bókin er sum undanfarin ár bygd upp sum kalendarabók frá 1. desember til jólaaftan, men tú kanst nýta hana sum tú vilt. Av ítrivum kunnu vit nevna prýði til jólatræið, konfekt, prýði úr fjøruni, nissur, einglar og hugnaligar lanternur.
Skrivað hava: Oddvør Johansen, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Halldóra Dam, Gitte Klein, Marjun Kjelnæs, Mina Reinert, Alexandur Kristiansen, Elin Mortensen, Sámal Kristian Jacobsen og Ella Smith Clementsen. Teknað hava: Kari Roarsdóttir, Janus á Húsagarði, Jóannes Lamhauge, Annika Lávík og Heiðrikur á Heygum. Fotomyndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið.
<I EM normal"$?$end$!$Mín jólabók 2006<>er ein bók til alla familjuna at hugna sær við í myrku tíðini fram til jóla; er eisini væl egnað at brúka í barnagarði og skúla.
 
<I EM normal"$?$end$!$Mín jólabók 2006<>er sum stór myndabók til støddar, 88 blaðsíður, prentað í litum og innbundin. Hon kostar 150 krónur.
 
--
 
Og stjørnan lýsti sum ein sól
OG STJØRNAN LÝSTI SUM EIN SÓL er ein jólakrubba, sum russiska listakvinnan Anastassija Archipowa hevur sniðgivið og málað.
Uttaná líkist hetta einari bók, hildin saman við reyðari silkisloyfu, og við jólaevangeliinum aftanfyri. Men letur tú hana upp, so kemur fram ein trý dimensional mynd av fjósinum við krubbini og øllum tí, ið hendi har jólanátt fyri mongum árum síðan. Har eru seyðamenninir við dýrum sínum, teir vísu menninir, Jósef og Maria við Jesusbarninum í fanginum, og uppi yvir øllum lýsir jólastjørnan.
Og stjørnan lýsti sum ein sól er skapað í heitum, kraftfullum litum, og figurarnir eru listarligir á at líta. Alt er júst, sum vit altíð hava ímyndað okkum, at fjósið í Bethlehem hevur verið.
Jólakrubban, ið er ætlað at standa frammi í jólamánaðinum, kostar 120 krónur.
 
--
 
Fílur og vinir - Søgubók við klistrimerkjum
og Fílur og vinir. Lita og lær
 
Fílurin, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út í hesum døgum, er ikki ljósareyður, men hevur allar ælabogans litir. David Mc Kee hevur skapað puntuta fílin, sum er ein ábending um, at tað er í lagi at vera øðrvísi.
Heftini, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út, kunnu brúkast sum ítriv hjá børnum í allari jólastákanini, sum skjótt fer at byrja, og eisini saman við foreldrunum, sum lesa fyri barninum, samstundis sum barnið sleppur at spæla við í søguni við klistrimerkjum.
Heftini eru tvey: Fívil og vinir. Søgubók við klistrimerkjum, við søgu og litføgrum myndum og tveimum síðum við klistrimerkjum at seta á síðurnar og Fívil og vinir. Lita og lær, við tekningum av Fívli og øðrum frumskógardjórum, sum barnið kann lita.  Heftini eru 18.bls. og kosta 48 krónur hvørt.
 
--
 
Allen/Brooks/Wells - Spælibarnið
Bókin til tey 0-1 ára gomlu er ein litføgur bók við útskornari pappdukku, sum hongur í einum silkibandi. Til ber at flyta dukkuna runt í bókini og seta hana inn ymsa staðni í søguni. Á henda hátt kann barnið, sum lurtar, taka lut í søguni um barnið, sum spælir úti og inni.
Bókin er prentað á hart papp, er 10 blaðsíður og kostar 75 krónur
 
--
 
Lucy Cousins: Malja fer á bókasavnið
 
Lucy Cousins hevur bæði skrivað og myndprýtt músina og vinir hennara. Søgurnar um Malju eru einfaldar og egnaðar til tey smáu. Tær eru um gerandislív, har eru litríkar tekningar, stuttligar hendingar, spæl og ævintýr, soleiðis sum gerandislív eisini kann vera.
Bókin <I EM normal"$?$end$!$Malja fer á bókasavnið<>sigur frá um, hvussu stuttligt tað kann vera á bókasavni, har kanst tú lesa bøkur um alt møguligt, hyggja at myndum, brúka teldu, hoyra søgu og serliga at fáa frið, tí á bókasavni er kvirt, og verður tú ikki liðug við bókina, so kanst tú læna hana heim við.
Niels Jákup Thomsen hevur týtt <I EM normal"$?$end$!$Malja fer á bókasavnið, <>hon er egnað til tey 2-4 ára gomlu og er innbundin.
Bókin er 26 blaðsíður og kostar 85 krónur.
 
--
 
Hvørnin er komin
 
Nú er aftur ein Kvørn í handlunum við hópin av forvitnisligum tilfari. Tað er Sands Bygdasavn, sum hevur siðsøguliga tíðarritið út eina ferð um árið, og hendan er tann níggjunda í røðini.
Ólavur Clementsen skrivar um bóndagarðarnar í Trøðum á Sandi, sum upprunaliga var ein 24 marka garður, men seinni er lagdur sundur, so har í dag eru fýra eins stórir garðar. Hann skrivar eisini um herviligu havhestasjúkuna, sum herjaði í tríatiárunum.
Palli Dalsgaard skrivar um, hvussu posturin varð fluttur um veturin í kavaveðri.
 Partur av dagbók verður endurgivin í hesi Kvørnini. Tað var ungur danskur hermaður, sum skrivaði hana í 1898, tá ið hann arbeiddi í syðra parti av Føroyum sum hjálparmaður við kortlegging av landinum.
Hanus A. Samuelsen hugleiðir um myrku tíðina í Húsavík, har sólin ikki sær stóra part av vetrinum.
 
Kvørnin er 68 blaðsíður og kostar 80 krónur.
 
--
 
Innovasjón og avlæring
 
Í mai mánaði í ár var stór norðurlendsk ráðstevna á Læraraskúlanum, sum varpaði ljós á nýskapandi virksemi í pedagogiskum arbeiði. Heitið á ráðstevnuni var Innovation og aflæring. Nú eru fyrilestrarnir, ið hildnir vóru á ráðstevnuni, komnir út í tveimum bókum, sum Pauli Nielsen, ið var rektari á Læraraskúlanum, hevur ritstjórnað.
Í fyrru bókini eru allir høvuðsfyrilestrarnir, og teir eru ikki bert áhugaverdir fyri lærara og pedagogar og teir myndugleikar, sum varða av tílíkum virksemi, teir hava eisini almennan áhuga.
Seinna bókin er eitt fjølbroytt savn av greinum um granskingararbeiði innan flest allar lærugreinar og innan almennan pedagogikk, sum granskarar úr øllum Norðurlondum løgdu fram á ráðstevnuni. Bøkurnar fáast í bókabúðunum.
 
--