Forlipt í seymimaskinum

Lívið hjá Marjun Heimá hevur mest snúð seg um seymimaskinur og seyming. Nú kann hon hátíðarhalda, at tað eru 40 ár síðani, hon fór at selja Bernina seymimaskinur. Í hesum sambandi fær hon eisini fína vitjan úr Danmark

Marjun Heimá fall fyri Berninu seymimaskinunum við fyrsta eygnakast. Hon gjørdist so glað fyri tær, at hon fegin vildi læra onnur, hvussu seymimaskinan verður brúkt.

- Eg eri Bernina-fan um ein háls. Eg fall fyri maskinuni beinanvegin og havi verið ómetaliga glað fyri hana, øll hesi árini eg havi brúkt Berninu, sigur Marjun Heima.

- Maskinan var so góð, at eg hevði eitt ynski um, at onnur eisini kundu læra at brúka allar teir møguleikar, sum maskinan hevði, sigur Marjun.


Fór undir at selja Bernina í Føroyum

Marjun Heimá fór beint eftir kríggið undir at seyma fyri fólk í Havn, og hon lat eina seymistovu upp. Har fekst hon nógv við seymimaskinur, tí tað var ein partur av hennara arbeiði.

Seymistovan var í stovuni í heiminum hjá henni og manninum. Alt virksemi hevur eisini verið í teimum somu húsunum øll hesi árini.

Tað var tó ikki altíð so lætt at fáast við seymimaskinur, tí tær máttu sendast niður til Danmarkar, um tær skuldu gerast í stand. Tí bílegði Marjun eitt annað slag av seymimaskinum. Tað var Bernina, og hon gjørdist beinanvegin glað fyri hesa maskinu og spurdi, um hon ikki kundi fara undir at selja hetta merkið í Føroyum.

Tað var gaman í og í 1960, fyri júst 40 árum síðani, fóru fyrstu Bernina seymimaskinurnar um handilsdiskin í C. Ployensgøtu 4. Síðani hevur Marjun ikki helmað í, og framvegis verða hesar maskinur nógv seldar og eru enn væl umtóktar.

Tað góða við Berninu er, at maskinurnar ikki eru serliga viðkvæmar, og tí kunnu øll brúka tær. Nógvar maskinur eru seldar til skúlar, tí eingin trupulleiki er hjá børnum at brúka tær.


Frá motori til seymimaskinur

Maður Marjun, Petur Heimá úr Sørvági, hevði verið maskinmaður. Hann hevði siglt undir krígnum og nøkur ár eftir tað eisini. Petur fór úr maskinrúminum umborð á skipi at arbeiða við minni maskinum. Hann fór niður til Danmarkar fyri at læra seg at gera seymimaskinurnar í stand. Tey arbeiddu tískil saman í handlinum í fleiri ár. Hon seldi maskinurnar og lærdi viðskiftafólki at brúka tær, meðan hann setti í stand aftur, tá okkurt brek var.

Ein av orsøkunum, til at Bernina gjørdist so væl umtókt var, at Marjun bjóðaði viðskiftafólkunum undirvísing. Til ber at biðja um tíð og koma til undirvísing í handlinum. Tey fyrstu árini var Marjun úti hjá fólki og lærdi tey, men tíðin rakk ikki til tað, og tí kundi viðskiftafólkið ístaðin koma til teirra at læra seg. Eisini sluppu tey frá at senda maskinur, sum ikki riggaðu, til Danmarkar. Petur doyði fyri seks árum síðani.

Marjun hevur fleiri ferðir verið og vitja Bernina verksmiðjuna í Sveis. Har hevur hon eisini fingið undirvísing í at brúka seymimaskinurnar, so hon er før fyri at læra onnur.


Kríggið broytti ætlanirnar

Marjun hevur altíð havt góðan hug at seyma, men hon hevði ongantíð ætlanir um at gerast seymikona. Tað at duga at seyma er hóast alt ættarbregði, tí langabbi hennara var skræddari.

Pápin var Jens Pauli í Dali úr Havn og mamman var Poulina av Tvøroyri. Pápin var lærari á navigatiónsskúlanum, og tey búðu eisini eina tíð á skúlanum. Annars búði Marjun mest undir Pisuvarða við síðuna av Hans Andriasar húsi.

- Eg ætlaði mær ongantíð at vera syerska. Tað kom av tí at, eg fór til Danmarkar og varð innistongd har, sigur Marjun.

Marjun fór niður til Danmarkar í 1938, men hon slapp ikki heimaftur fyrr enn eftir krígslok í 1945. Hon var sum ein fangi í Danmark og slapp ikki at síggja síni kæru í Føroyum í nærum sjey ár.

Tað var í hesum tíðarskeiðnum, at Marjun lærdi seg at seyma. Hon gekk fyrst á handilsskúla, men fór síðani á annan skúla, har hon fekk undirvísing í seyming. Hon var noydd at finna uppá okkurt, meðan hon bíðaði eftir at sleppa heim.

Áðrenn Marjun fór til Danmarkar hevði hon arbeitt í ullvøruhúsinum, sum pápabeiggin átti. Hon hevði samstundis gingið á handilsskúla í Føroyum. Tað var tí hon fór á handilsskúla niðri, men hon hugsaði ongantíð um at gerast seymikona, fyrr enn hon fór á tekniska skúla, har hon lærdi at seyma.

Tá hon kom heimaftur á klettarnar, varð seymistovan latin upp, og soleiðis kom hon í hesa vinnugreinina. Tá hon fór at selja Berninu, var seymingin løgd meira til viks. Marjun kom sostatt at brúka bæði handilsskúlan og seymiskúlan, tá hon kom heimaftur.


Systirin komin uppí part

Nú eigur Marjun handilin saman við systrini, Ingu Mortensen. Inga hevur arbeitt í 30 ár, og hon er tískil eisini gomul í garði.

Hóast tær hava arbeitt við seymimaskinum í mong harrans ár, so eru tær eins forliptar í Berninu sum á fyrsta degi, siga tær báðar og skera í ein so hjartaligan látur.

Handilin ber ikki brá av at verða 40 ára gamal, men hevur eina ávísan dám yvir sær, sum er torførur at greiða frá. Handilin er ein býarmynd, og tað er torført at ímynda sær at ganga oman móti ríkisumboðnum uttan fyrst at kaga inn í gluggan hjá Marjuni og Ingu.

Hóast Marjun nú er 80 ára gomul, so leitar hon sær av og á niður í handlinum. Hon ruddar onkuntíð og plagar at telja upp einaferð um árið.

Systrarnar báðar ætla sær at halda áfram við handlinum so leingi til ber, men beint nú er eingin at taka yvir.

Tað munnu nakrar túsund seymimaskinur verða seldar millum ár og dag. Í dag selja tær Bernina maskinur og Riccar og Bernette, sum eisini verða framleiddar av Bernina fyritøkuni í Sveis.


Menninir vilja hava tað besta

Marjum hevur sum vera man nógvar hendingar at greiða frá, sum hon hevur upplivað gjøgnum hesin 40 árini.

Marjun sigur seg minnast eina konu í Klaksvík, sum ráddi dóttrini til at keypa eina seymimaskinu fyri peningin, hon hevði fingið við at arbeiða í fiski.

Marjun fór norð at læra tað ungu gentuna, og lokkaði eisini mammuna at nýta maskinuna. Hon gjørdist so glað fyri maskinuna, at hon gav øllum teimum seks ommudøtrunum eina Bernina seymimaskinu í part, tá tær vórðu vaksnar.

Marjun heldur fyri, at hetta vísir, hvussu góð Bernina í veruleikanum er.

Hóast hetta fyri tað mesta er ein konufólkaverð, so eru tað ofta menninir, sum vilja hava tær bestu maskinurnar, sjálvt um teir ikki fara at brúka tær nakað serligt. Konurnar vilja kanska heldur hava eina einfaldari og bíligari maskinu, meðan menninir eru meira ráðaríkir.

Annars hevur Marjun alt gott at bera sínum viðskiftafólki. Hóast hon mangan hevur latið maskinur upp á avgjald, so hava kundarnir altíð verið álítandi.


Sita við teldu og seyma

Tá vit settu beinini inn í handilin sóu vit eina farteldu standa á borðinum. Beint við síðuna av stóð ein seymimaskina og ein leidningur gekk frá telduni í maskinuna.

Hetta ber boð um nýggjar tíðir - eisini hjá seymikonum. Nú ber til at sita við telduna og seyma kjólar og buksur.

Marjun sigur tó flennandi, at hon als ikki tekst við at seyma við teldu. Hon dámar betur tær gomlu. Systirin Inga heldur tó, at tað er fínt at kunna seta maskinuna í gongd og so seta seg at gera okkurt annað.

Stórar broytingar eru farnar fram innan seymimaskinur, men Marjun heldur tó, at tær størstu broytingarnar eru hendar tey seinastu tíggju árini við teldustýrdum seymimaskinum.


Fáa fína vitjan

Bernina fyritøkan letur ikki dagin fara framvið uttan nakað hóvasták. Í sambandi við 40 ára dagin kemur stjórin í Bernina í Danmark, Steen Jensen, á vitjan. Saman við honum verður eisini demonstratrise Tine Søgård, sum fer at vísa alt tað nýggja, sum Bernina hevur at bjóða. Tey verða í Føroyum frá 20. til 23. september, og nógv góð tilboð verða at fáa hesar dagarnar.

- Eg havi ongantíð angrað, at eg fór at seyma og selja seymimaskinur, sigur Marjun.

Hetta hevur verið hennara lívsstarv, og hon hevur altíð verið hugtikin í seymimaskinunum, sum hon hevur selt.

Hon er enn forlipt í Berninu.