Tá Óli Jacobsen tekur við aftur einum nýggjum formansskeiði í Føroya Fiskimannafelag 1. februar komandi ár, hevur hann sitið í sessinum í 30 ár. Eftir komandi trý ára skeiðið hevur hann sostatt sitið sum fiskimannaformaður í eina triðings øld.
Hetta tíðarskeiðið er ein triðingur av livialdrinum hjá Fiskimannafelagnum, sum verður 100 ár komandi ár. Og tað er samstundis nógv tað longsta, ein einstakur formaður hevur sitið.
Óli Jacobsen er 57 ára gamal og ættaður úr Gøtu. Hann er giftur við Kirstin, f. Nielsen av Eiði, og tey eiga fýra børn. Eina dóttir, sum er elst, og tríggjar synir.
Óli er nú fakfelagsformaður hjá elsta soninum, sum er vorðin fiskimaður.
Formansvalið í Fiskimannafelagnum gongur yvir longri tíð, væl at merkja, um meira enn eitt valevni er. Hesaferð var einki annað valevnið uppstillað, tá freistin var úti 4. december, og tí var longu tá greitt, at Óli Jacobsen fór at halda fram sum formaður. Varð val, hevði tíðarskeiðið, veljast kundi, verið frá hálvum december til seinast í januar.
Á skristvouni hjá Føroya Fiskimannafelag starvast, umframt formannin, tvey skrivstovufólk í føstum starvi. Í løtuni er eitt triðja fyribilsstarv. Umframt er so blaðstjórin á FF Blaðnum, sum heldur til á Bryggjubakka, men arbeiðir við blaðnum burturav.
Óli Jacobsen hevur sum formaður í Føroya Fiskimanafelag eisini fingið altjóða álitisstørv litin til. Hann hevur í fleiri ár verið formaður í fiskimannadeildini hjá altjóða flutningsarbeiðarafelagsskapinum, ITF. Í hesum sambandið hevur hann einaferð verið úti fyri at virka sum eitt slag av semingsmanni millum bretsk og argentisk áhugamál á einum fundi í Fraklandi eftir Falklandskríggið fyrst í áttatiárunum.
Annars hevur Óli eisini lutikið aktivt í føroyskum politikki. Hann var eina tíð tingmaður fyri Javnaðarflokkin, umframt at hann hevur verið tingmaður, og í tveimum skiftum landsstýrismaður, fyri Verkamannafylkingina.
Óli Jacobsen hevur ikki nakað fast frítíðarítriv sum so. Hnn gongur eitt sindur í kvøldskúla soleiðis av og á. Hevur millum annað lært seg eitt sindur av russiskum. Frítíðina roynir hann at brúka saman við familjuni.