Onga løn, EB/Streymur í fíggjarligum óføri og Evropa Cup í vanda, skrivaði Dimmalætting í gjár og sipaði til, at fótbóltsfelagið EB/Streymur hevur ikki goldið sínum spælarum løn í ár.
- Hatta passar ikki, sigur Rólant Højsted, formaður í felagnum, við Rás2 í dag. Dimmalætting hevur fingið nógv burtur úr ongum, sigur hann.
Hann vísir aftur skuldsetingunum, at felagið er í fíggjarligum óføri. Allir spælararnir hava ikki fingið sín løn, men tað er ikki soleiðis, at vandi er á ferð.
- Vit vænta, eins og í fjør, at koma út við einum yvirskoti í ár, sigur Rólant Højsted.
Men fleiri spælarar siga við Dimmalætting, at teir hava ikki fingið løn. Tað má vera okkurt um tað?
- Nú veit eg ikki, hvørjir spælarar, Dimmalætting hevur tosað við. Tað eru summir spælarar, sum ikki hava fingið alt útgoldið, tí felagið hevur lítla og onga inntøku hesa tíðina. Tað er ikki óvanligt, og soleiðis hevur eisini verið undanfarnu árini. Millum annað fáa vit pengarnar frá altjóða luttøkuni í fjør á kontuna í summar. Tað er ein sannroynd, at tað er tungt og strævið at reka eitt fótbóltsfelag. Tað vita spælararnir av. Teir vita eisini, at allir spælararnir fáa sínar pengar í summar.
Dimmalætting veit frá spælarum, at nevndin hevur boðað frá, at spælararnir fáa bara løn, um EB/Streymur vinnur føroyameistaraheitið. Passar tað?
- Nei, als ikki. Hatta veit eg einki um.
Reglurnar hjá UEFA siga greitt, at eitt felag í fíggjarligum óføri kann ikki taka lut í altjóða kappingum. Fer EB/Streymur at umboða Føroyar í Europe League í summar?
- Ja, tí felagið er ikki í vanda fíggjarliga. Fíggjarstøðan er góð. Vit vænta at koma út við einum yvirskoti í ár.
So allar gitingar um, at felagið fer á húsagang, ikki at taka lut í Evropa, og fer ikki at spæla í bestu deildini næsta ár, tað passar ikki?
- Nei, yvirhøvur ikki. Felagið er í somu fíggjarligu støðu sum undanfarin ár, sigur Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, við Rás2.