Rólant Højsted er formaður í EB/Streymi. Hann hevur nóg illa fingið blund í eyga tær báðar seinastu vikurnar. Men tey eru fleiri kring felagið, ið hava havt tað upp á sama máta.
– Vit hava nógv góð fólk í felagnum, sum hava tikið takið. Frá fyrsta degi býttu vit okkum í smærri arbeiðsbólkar, sum so hava tikið sær av ymisku uppgávunum, umframt at fólk úti frá eisini hava bjóðað seg til, greiðir Rólant Højsted frá.
Tað er eitt ovurhondsstórt apparat, sum er farið í gongd hjá EB/Streymi. Allar kringumstøður til stóra dystin skulu fáast í rætt lag. – Vaktir, sjúkraflutning, løgregla, trygd, ramsar Rólant Højsted.
– Men eg vil siga, at nú er alt komið upp á pláss, sigur formaðurin í EB/Streymi.
Leypa ikki framav
Nú gleðir hann seg ótrúliga nógv til at dysturin byrjar. Størsti dysturin nakað føroyskt felag hevur spælt. Rólant Højsted leypir tó ikki framav av hesi orsøk. – Vit spæla aftur í næsta ár. Og síðsta ár vóru vit eitt mál frá at møta Blackburn, sigur Rólant Højsted og vísur harvið á, at møguleikarnir at møta stórfeløgum eru ofta til staðar.