Formansatkvøðan var avgerandi

Tað stóð á jøvnum, tá ið tað í Róðrarsambandinum leygardagin varð samtykt, at tað ikki rógvast á longru teinunum

Í 2015 varð royndarár í kappróðrinum skilt á tann hátt, at allar bátastøddirnar kappaðust á 1000 metrum. So skuldi eftirmetast og gerast av, hvørjir róðrarteinarnir skulu verða í framtíðini.

 

Leygardagin hevði Róðrarsamband Føroya eykaaðalfund. Millum málini á skránni var ásetan av róðrarteinum.

 

Eykaaðalfundurin samtykti, at róðrarteinurin nú verður 1000 metrar í øllum bátastøddum. Tó verður tað framvegis soleiðis, at teinurin í barnaróðrunum verður 500 metrar.

 

Harvið er tað greitt, at reglurnar nú eru broyttar soleiðis, at 10-mannaførini ikki fara at rógva 2000 metra málið, og at 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum ikki fara at rógva 1500 metrar.

Eykaaðalfundurin samtykti eisini, at nú skal gerast av, hvat klokkan hvør einstakur róður skal vera á stevnunum.

 

Men tað leyp einki av hjá teimum, sum tóku undir við, at nú skal tað ikki kappast á 1500 og 2000 metrum.

 

Formaðurin í Róðrarsambandi Føroya, Jan Herman Hansen, greiðir soleiðis frá:

-Fjúrtan feløg vóru umboðað á fundinum, men hjá tí eina bar ikki til at atkvøða, tí ásetingarnar geva ikki heimild at atkvøða við fulltrú. So var tað atkvøðan hjá Róðrarsambandinum.

Tá ið tað varð atkvøtt um róðrarteinarnar, stóð tað á jøvnum. Sjey vóru fyri, at tað skal kappast á øllum teinunum, og sjey atkvøddu fyri, at allir bátarnir skulu kappast á túsund metrum. Ásetingarnar siga, at tá ið tað stendur á jøvnum, er atkvøðan hjá formanninum í Róðrarsambandinum avgerandi. Tí varð tað samtykt at strika longru róðrarteinarnar, sigur Jan Herman Hansen.