Í gjár hevði hondbóltsfelagið Kyndil aðalfund. Undan aðalfundinum var greitt, at nýggj nevnd skuldi mannast. Millum annað tóku Uni Arge, fráfarandi formaður, og Tórður Patursson, fráfarandi næstformaður, ikki við aftuvali. Hesir báðir hava sitið í nevnd hjá Kyndli síðani 2010.
Sostatt var greitt, at evsti sessurin í einum og hvørjum felagi, formanssessurin, skuldi finna sín arvtakara. Her var tað Maibritt Johannesen, ið bleiv vald til forkvinnu. Tað eru kvinnur, sum sita við hægsta valdi í Kyndli, tí at nýggja næstforkvinnan er somuleiðis ein kvinna, og eitur hon Ussa K. Hansen.
Á aðalfundinum bleiv eisini avrátt at skipa fyri undirbólkum undir nevndini. Hesir undirbólkar eru tríggir í tali, og talan er um ein trivnaðarbólk, ein hallarbók og ein sponsorbólk. Ymsar kreftir í felagnum vara av hesum undirbólkum.
Nýggja nevndin hjá Kyndli er mannað soleiðis:
Maibritt Johannesen, forkvinna
Ussa K. Hansen, næstforkvinna
Dánial Jakobsen, kassameistari
Eyðfinn Guttesen, skrivari
Salua Manai, nevndarlimur
Christoffur Gert Nielsen, nevndarlimur
Ásbjørn Nattestad, tiltakslimur