Forngripir aftur til Føroya

Danski mentamálaráðharrin hevur givið boð um, at Forminnissavnið í Føroyum kann fáa nakrar savnsgripir, sum hava verið í Danmark, aftur til Føroya. M.a. einasti skattur, sum nakrantíð er funnin í Føroyum, verður nú latin Fornminnissavninum

Stutt fyri jól í fjør hevði Nevndin fyri danska-føroyska Savnssamstarvinum sín seinastu fund, har hon legði seinastu hond á eina tilráðing til danska mentamálaráðharran, Brian Mikkelsen. Nevndin vísti í hesi tilráðingini á, hvørjir forngripir, hon metti, skulu aftur til Føroya.
Danski mentamálaráðharrin hevur góðkent hesa tilráðing og givið danska Nationalmuseet boð um at lata Føroya Fornminnissavni teir forngripir, sum nevndin mælir til.
Forngripirnir, sum talan er um, eru gjøgnum tíðirnar sendir Oldnordisk Museum, Nationalmuseet, Den Kongelige Mønt- og Medaillesamling, Dansk Folkemuseum og Frilandsmuseet.
? Sum grundarlag undir tilráðingini hevur nevndin mett um, hvar hvør einstakur savnslutur kann hugsast at hava størst virði sum heimildartilfar fyri gransking og upplýsing, sigur Fornminnissavnið í tíðindaskrivi.
Hetta eru gripir, sum hava stóran týdning í føroyskari søgu, eisini persónssøgu, og sum nú verða latnir Føroya Fornminnissavnið. Somuleiðis gripir, sum Føroya Fornminnissavn frammanundan ikki hevði makan til.
Tó vera savnslutir, sum hava alstóran savnssøguligan týdning fyri Nationalmuseet, verandi har. Eisini hevur nevndin í tilráðingini tikið hædd fyri, at Nationalmuseet framvegis á fullgóðan hátt kann lýsa føroyska mentan.
Teir savnslutir, sum nú verða sendir til Føroya, verða sýndir fram á Nationalmuseet. Framsýningin letur upp fyri almenninginum frá 23. mars til 9. juni. Ætlanin er at hava framsýningina á Fornminnissavninum fyri Ólavsøku, tá formliga handanin fer fram.

Skattur av Sandi
Einasti veruligi skattur, sum nakrantíð er funnin í Føroyum, verður nú aftur at síggja í Føroyum. Hann varð funnin í kirkjugarðinum á Sandi, og sýslumaðurin Mads Andreas Winther sendi skattin til Danmarkar, og í dag liggur hann á Møntsamlingen. Skatturin stavar er eini túsund ára gamal. Nevndin mælir til, at hesin skatturin verður latin Fornminnissavninum.
Fleiri aðrir áhugaverdir gripir verða aftur at síggja í Føroyum, og teir verða sýndir fram fyri Ólavsøku.
Ígjøgnum tíðirnar hava embætisfólk, amtmenn, læknar, bøndur og onnur latið donskum søvnum nógvar forngripir. Í hesum sambandi er avtala gjørd um, at Føroyar kunnu fáa ein part av hesum lutum aftur.