Hann segði tað fyri einum ári síðani, og nú sigur hann tað aftur.
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, sendi løgmanni eitt bræv mánadagin, hat tað verður mint á, at stjórnarskipanin hóttir ríkisfelagsskapin. Hann ger púra greitt, at tað er danska grundlógin, sum ræður í Føroyum, og at føroyska stjórnarskipanin er beinleiðis í stríð við donsku grundlógina.
Um Føroya Løgting samtykkir stjórnarskipanaruppskotið, er loysingin byrjað, sigur danski forsætisráðharrin.
Hetta eru somu boðini, hann gav landsstýrinum fyri einum ári síðani. Tá vissaði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, um, at tað var eingin ivi um, at Føroyar eru partar av ríkisfelagsskapinum.
Forsætisráðharrin skrivar eisini í brævinum, at landsstýrið og danska stjórnin skulu tosa saman, áðrenn stjórnarskipanin verður samtykt í løgtinginum.