Tað sæst á kalendaranum hjá kongshúsinum, og tað segði Mette Frederiksen eisini í TV Avísini í gjárkvøldið.
Harvið skal Mette Frederiksen og viðkomandi ráðharrar og -kvinnur hennara hitta monarkin.
Í statsráðnum skulu ráðharrar og -kvinnur leggja fram lógaruppskot, sum Fólkatingið hevur samtykt, og sum drotningin skal skriva undir. Og tað er eisini ein møguleika at kunna um, at fólkatingsval skal útskrivast, tí tey boðini skal drotningin hava fyrst.
Nógvar vallýsingar frá donsku flokkunum eru at síggja í Danmark í dag.