Mette Frederiksen hevur kallað til tíðindafund klokkan 12, har hon uttan iva fer at skriva út val Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Forsætisráðfrúan hevur »eini serlig boð« á middegi

Og tað merkir, at hon fer at skriva út fólkatingsval

 

Mette Frederiksen hevur kallað til tíðindafund klokkan 12, har hon uttan iva fer at skriva út val Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Mette Frederiksen hevur kalla til tíðindafund á Marienborg á middegi, har hon kemur við einum boðum.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú hevur kallað til tíðindafund á Marienborg klokkan 13, har roknað verður við, at hon fer at skriva út Fólkatingsval.

Í innkallingini til tíðindafundin upplýsir Forsætismálaráðið, at forsætisráðfrúan fer at koma við einum boðum. Miðlarnir sleppa ikki at seta henni spurningar á tíðindafundinum.

Marienborg er embætisbústaðurin hjá forsætisráðfrúuni, og er í Kongens Lyngby.

Í morgin fara tey Radikalu at seta fram misálit á stjórnina, um valið ikki er skrivað út tá.

Tað var eitt ultimatum, sum flokkurin kom við fyrst í juli, eftir at minkanevndin hevði harðar atfinningar av Mette Frederiksen og stjórnini.

Tí hevur so nógv tos verið um val seinastu dagarnar. Mette Frederiksen segði tað næstan í gjárkvøldið, at valið verður skrivað út í dag.

/ritzau/

 

 

Mette Frederiksen hevur kallað til tíðindafund klokkan 12, har hon uttan iva fer at skriva út val Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix