Nógvir ísraelskir politikarar halda, at forsetin átti at lagt frá sær, tá hann fekk at vita, at ríkisákærin umhugsaði at stevna honum fyri kynsligan ágang. Tað vildi Moshe Katsav ikki, og tí skal hann nú fyri ein ríkisrætt.
Í morgun ljóðaði, at Moshe Katsav møguliga fór at siga seg frá í dag, men aðrar keldur hildu, at hann kanska fór at taka farloyvi frá forsetaembætinum eina tíð.
Tann 61 ára gamli forsetin heldur uppá, at hann er ósekur, hóast fleiri av hansara fyrrverandi medarbeiðarum hava lagt hann undir kynsligan ágang.
Politiskt hevur forsetaembætið í Ísrael lítlan og ongan týdning, og gølan fer tí neyvan at fáa nakra ávirkan á stjórnina hjá Ehud Olmert, forsætisráðharra. Ísraelsku fjølmiðlarnir siga, at hinvegin fer gølan uttan iva at styrkja ta vanligu ísraelsku uppfatanina av, at alt ruggar ikki rætt í ovastu leiðsluni. Teir vísa á, at Olmert sjálvur er undir illgruna fyri svik.
Moshe Katsav hevur verið forseti síðani í 2000, og skeiðið rennur út í summar.