Teir seks bulgarsku ríkisborgararnir, sum vóru dømdir til deyða og seinni lívlangt fongsul í Libya, hava nú fingið grið. Tað var bulgarski forsetin, Georgi Parvanov, sum kunngjørdi, at hann hevði gjørt av at veita teimum seks grið.
Tey vórðu annars flutt úr Libya til Bulgaria í morgun sambært einari avtalu, sum sigur, at Libya skal lata bulgarskar ríkisborgarar sleppa til Bulgaria at sita fongsulsdómar.
Men flogfarið við teimum seks dømdu hevði ikki meiri enn seg, tá tey fingu at vita, at forsetin hevði veitt teimum grið, og at tey sostatt eru fræls eftir at hava sitið átta ár í fongsli í Libya.
Tey seks fólkini, fimm sjúkrasystrar og ein lækni, vórðu dømd fyri at hava givið meiri enn 420 libyskum børnum HIV-smittað blóð, sjálvt um tey vistu, at blóðið var smittað. Tey seks noktaðu seg sek, men vórðu kortini dømd til deyða. Í síðstu viku varð dómurin broyttur til lívlangt fongsul, men í morgun komu so boðini um, at tey eru fræls.