Forsetin í Fílabeinsstrondini heldur fram

Norska kringvarpið veit at siga, at tveir av fremstu avbjóðarunum hjá forsetanum sluppu ikki at stilla upp

Forsetin í Fílabeinsstrondini, 83 ára gamli, Alassane Ouattara, gjørdist vinnari á ársins forsetavali við 90 prosentum av atkvøðunum.

 

Alassane Ouattara heldur tískil fram í forsetaembætinum og fer nú undir fjórða skeiðið við valdinum.

 

Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at tveir av fremstu avbjóðarunum hjá forsetanum sluppu ikki at stilla upp á valinum.

 

Lagt verður aftrat, at sitandi forseti, sum nú fær eitt skeið aftrat, setti eisini forboð fyri mótmælisgongum í vikuni undan valinum.