Forsorgarhjálp er mannminkandi

- Tá ið man roynir at klára seg sjálva og hevur bygt eitt arbeiðspláss upp, átti onkur annar útvegur verið enn forsorgarhjálp. Tí má eg bara skúgva tankan um at eg kann gerast sjúk, til viks, sigur Unnur Jensen, sum rekur tannlæknastovu í Havn

DAGPENGAR
- Tíbetur havi eg bert havt brúk fyri dagpengum eina ferð øll hesi ár, og hóast tað eg fekk haðani var ógvuliga lítið, var tað kortini betri enn einki, sigur Unnur Jensen, tannlækni í Havn.
Hon hevur havt einstakligavirki í eini tíggju ár, men stovnaði fyri tveimum árum síðani smápartafelag og fór tískil uppí Sjálvbodnu Dagpeningaskipanina. Men seinasta summar, eftir, at nýggja dagpeningalógin kom í gildi, fekk hon at vita frá Dagpeningadeildini á Almannastovuni, at hon ikki longur hevur rætt til útgjald, verður hon sjúk.
- Tá ið tú einsamøll rekur eitt privat virki, sum eg eina tannlæknastovu, ert tú sjálv inntøkukeldan. Eg kann ikki biðja klinikkgenturnar arbeiða fyri meg. Verði eg sjúk, steðgar inntøkan til alt virkið, men lønir til arbeiðsfólkið og fastar útreiðslur annars skulu gjaldast kortini. Dagpengar til mín sjálvs í sjúkrafráveru kunnu kortini ikki vigast upp ímóti øllum teimum útreiðslunum, men í besta føri partvíst mín egna tørv. Tískil ber tað rætt og slætt als ikki til hjá mær at vera heima vegna sjúku. Verði eg sjúk, má eg sum skjótast til arbeiðis aftur og eisini royna at heinta tað inn aftur, sum er mist, sigur Unnur Jensen.

Tung ábyrgd
Tað er ein ógvuliga stór ábyrgd at vera einasta inntøkukeldan á einum arbeiðsplássi. Unnur Jensen sigur, at tað als ikki ber til at leggja upp fyri løn undir sjúku á útreiðslusíðuni á einum lítlum virki, tá ið útreiðslurnar eru so nógvar.
- Eg royni at skúgva tankan, at eg kann gerast sjúk, til viks. Tað er ógvuliga tungt. So leingi tað gongur væl, hugsar tú kanska ikki so nógv yvir tað. Eg kann aldri verða heima sjúk við góðari samvitsku, tá ið tað gongur út yvir alt arbeiðsplássið.
Hon hevur kortini einki boð uppá, hvussu ein tryggjar seg á bestan hátt. Enn er í Føroyum ikki møguleiki at tekna trygging fyri alt virkið, har allar útreiðslurnar eru innroknaðar einum útgjaldi, verður inntøkukeldan sjúk.
- Ein slík trygging hevði gjørt allan munin, men at arbeiða fram ímóti eini betri trygging, hevur víst seg at verða ógvuliga tungt og krevjandi. Øll, sum hava privat virki við bert einari inntøkukeldu, hava somu kor. Tað ber ikki til í mínum føri at fáa nakran annan at gera arbeiðið fyri teg. Virki, har onnur kunnu átaka sær arbeiðið hjá tí, sum verður sjúkur, eru øðrvísi fyri, sigur Unnur Jensen.
At forsorgarhjálp er einasta hjálpin, hon kann fáa, verður hon sjúk, heldur Unnur Jensen, vera heilt burturvið.
- Tá ið man roynir at klára seg sjálva og hevur bygt eitt arbeiðspláss upp, átti onkur annar útvegur verið enn forsorgarhjálp. Tað er rættiliga mannminkandi. Tá er virkið longu farið fyri bakka. Í veruleikanum eru smá privat arbeiðspláss verri fyri, enn onnur, tá ið tað ræður um løn undir sjúku.