Mikudagin 6. desember - tað er í morgin - kemur nýggj og áhugaverd bók á marknaðin. Talan er um bókina ”Teir tóku kjansin – søgan um Stellurnar”, sum Birgir Waag Høgnesen í Vestmanna hevur skrivað.
Bókin er um virksemið hjá kenda vinnulívsmanninum og íbirtaranum, Erling Laksafoss, sum var reiðari í kenda reiðarrínum P/F Stella í Klaksvík.
Longu sum heilt ungur gjørdi Erling um seg í vinnulívinum. Við sínum sermerkta máta at føra seg fram upp á og við árræði sum fáur náddi hann langt.
Tað kemst ikki uttan um, at Erling Laksafoss mangan setti politisku skipanini grá hár í høvdið og ikki minst løgtinslimunum úr Norðoyggjum í samband við sínar ætlanir.
Hann hevði nógvar ætlanir í høvdinum, tá hann legði hetta fram, og stundum hildu fólk hetta vera ørvitistos, men tað læt hann ikki við seg koma. Eftirtíðin hevur víst, at Erling Laksafoss var ofta á rættari leið.
Seinast í fimmtiárunum vóru nógvar ætlanir, og fyrst í sekstiárunum komu so trý línuskip, harav eitt var línu-og frystiskip.
Bókin um "Stellurnar" fylgir í høvusheitum Erlingi og felagnum P/F Stella, men í grundini er bókin um trolararnar, sum komu í 1968 og 1969. Hetta vóru eisini teir fyrstu hekkutrolararnir, sum vórðu bygdir til føroyingar.
Í bókini eru samrøður við fólk, sum stóðu Erlingi nær, og her eru samrøður við fleiri sjómenn, sum sigldu við stellutrolarunum árini frá 1968 og heilt fram til 1973, tá trolararnir vórðu seldir til Akureyrar.
Samrøður eru eisini við íslenskar menn, sum vóru í Klaksvík eftir "Stellunum" í 1973.
”Teir tóku kjansin – søgan um Stellurnar” fylgir við fleiri av projektunum hjá Erlingi Laksafoss og kannar eftir, hvar trolararnir eru í dag. Bókin er stívliga 220 síður og kostar 300 krónur - og frá forlagnum 250.