Í morgin, hósdagin 14. mai, letur listaframsýning upp í listaskálanum, Oynni, á Tvøroyri Tað eru tey bæði donsku listafólkini, Rita Gram og Frits Bo Pedersen, sum hava listaframsýning í listaskálanum, Oynni, á Tvøroyri og tey vera bæði til staðar, tá ið framsýningin letur upp klokkan 17 í morgin, hósdagin.
Rita Gram er fjølbroytt listafólk, tí umframt at fáast við myndlist, er hon eisini sniðgevari og í Oynni vísir hon fram vovin verk og tekningar, sum øll hava felags heitið: Fýrkantar í rúminum.
Frits Bro Pedersen undirvísir á listaskúlanum í Århus og hann vísir fram vatnlitsmyndir, sum hava felagsheitið: Kvinnan.
Framsýningin er opin í tríggjar vikur og hvønn dag er opið frá klokkan 14 til 18, tó at sjálv ferniseringin er klokkan 17 í morgin.