Forvitnisligir filmar í heyst

Tá stormurin leikar í uttanfyri, er tað hugnaligt at fara ein túr í biograf. Bommposin skal sjálvandi vera við hondina, og ein góður vinur undir liðuni. Her eru tríggir filmar, sum hava frumsýning í september, oktober og november

30. september er Michael Douglas aftur sum Gordon Gekko í filminum »Wall Street: Money never sleeps«. Tað eru 23 ár síðani »Wall Street« filmurin kom, og hesa tíðina skal Gordon so hava sitið fongslaður. Nú er hann úti aftur og roynir at fáa samband við dóttrina, sum hann ikki hevur tosað við í nógv ár. Blívandi maðurin hjá henni og Gordon gerast vinir, og teir báðir saman gera aftur Wall Street eitt óvist stað at vera.
14. oktober hevur »The American« við George Clooney frumsýning. Film­urin er um leigudrápsmannin Jack, ið ferðast um allan heimin í sínum arbeiði. Ein uppgáva í Svøríki endaði illa, og Jack fer til Italia at goyma seg. Har kemur hann í samband við vøkru Claru og prestin Father Benedetto, meðan hann er í Italia verður hann biðin at gera eitt vápn til mystisku Mathilde.
11. november hevur »Spis, Bed, Elsk« frumsýning við Juliu Roberts í høvuðs­leiklutinum. Tað er ein sonn søga um Liz Gilbert, ið rýmur frá einum óintressantum gerandisdagi og fer út á eina áralanga ferð til Italia, India og Bali har hon etur, biður og elskar. Liz Gilbert skrivaði eina bók um sína ferð, og tað er metseljandi bókin, ið nú er gjørd um til film.
Julia Roberts segði í einari samrøðu fyri stuttum, at hon tók fimm kilo uppá, meðan fimurin var gjørdur í Italia.
»Spis, Bed, Elsk« er ein filmur um at uppliva lívið, og at lata eyguni upp fyri tí, sum er rundan um okkum.