Fossávegur verður fresaður

Tað er ikki loyvt at súkkla ella rulluskoyta á Fossávegi, so leingi sum vegurin liggur fresaður

- Í sambandi við fyrireikingina at asfaltera Fossáveg verður vegurin nú fresaður.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at tað er Føroya Tele, sum stendur fyri arbeiðnum, og hetta er liður í arbeiðnum hjá Føroya Tele at leggja fiburkaðalar til øll húski.

 

- Eftir at vegurin er fresaður, og til kaðalar eru lagdir í, og rennurnar eru fyltar aftur, er ikki loyvt at súkkla ella rulluskoyta á Fossávegi.

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at skeltir eisini eru sett upp á Fossávegi við kunning um forboðið og við áheitan á fólk um at ansa sær - til gongu og í bili.