Hvønn fríggjadag hevur Rás2 sendingina, Fótbóltspanelið, har føroyskur og útlendskur ítróttur verður umrøddur. Millum afturvendandi gestirnar eru fimm mans, sum síðani hava verið hjálparvenjarar í bestu deildini í Føroyum.
Helgi L. Petersen, Símun Samuelsen, Teitur Joensen, Símun Joensen og nú Ólavur Larsen. Hesir hava allir verið partur av panelinum í sendingini á Rás2. Fyrstur at blíva hjálparvenjari var Helgi L. Petersen í 2013. Hann var hjálparvenjari hjá NSÍ fram til 2014.
Í ár tóku so Símun Samuelsen, Teitur Joensen og Símun Joensen við sum hjálparvenjarar. Símun Samuelsen sum spælandi hjálparvenjari í HB, meðan Teitur Joensen og Símun Joensen tóku við sum hjálparvenjarar hjá ávikavist EB/Streymi og KÍ.
Seinasti maður í røðini at blíva hjálparvenjari var Ólavur Larsen, ið tók við sum hjálparvenjari hjá Jákupi Mikkelsen í ÍF, tá hesin tók við eftir Alexandar Jovevic.
Sostatt eru allir fimm afturvendandi gestirnir endaðir sum hjálparvenjarar í bestu deildini í Føroyum.