Kendi niðurlendski fótbóltsspælarin, Johan Cruyff, hevur fingið lungnakrabba.
Í gjár varð almannakunngjørt, at 68 ára gamla fótbóltslegendean hevði verið til kanningar á einum sjúkrahúsi í Barcelona, og har varð staðfest, at hann hevði lungnakrabba, men at hann nú skal undir fleiri kanningar at staðfesta nágreiniliga, hvussu støðan er.
Johan Cruyff, sum hevur verið stórroykjari, er mettur, sum ein av allarbestu fótbóltsspælarum í søguni. Tríggjar ferðir varð hann kosin at vera heimsins besti spælari, tað var í 1971, 1973 og í 1974, og hann vann eisini evropisku steypakappingina tríggjar ferðir upp í slag, við Ajax, tað var frá 1971-1973.
Hann fór at spæla í Barcelona í 1973, har hann eisini vann landskappingina og í 1974 gekk hann á odda, tá ið Niðurlendingar komu í HM finaluna, sum teir tó tapti fyri Vesturtýsklandi. Tilsamans spældi hann 48 landsdystir fyri Niðurlond.
Hann fór seinni til USA, men endaði sína yrkisleið aftur í Niðurlondum. Seinni varð hann venjari, og serliga kendur er hann sum venjari í Barcelona, har hann tók við í 1088, og har hann vann fýra landskappingar, evropisku steypakappingina og sponsku steypakappingina.
Eftir at hann fór úr Barcelona í 1996, hevur hann ikki fingist so nógv við venjing á høgum stigi aftur, men hann hevur verið ráðgevarar fyri ymisk feløg, eitt nú Ajax.