Fótbóltspanel úr Budapest

(Ljóðsamrøður) Hoyr hvat Jákup Ósá, André Olsen og Tróndur Arge hava at siga um dystin í kvøld

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvat fótbóltspanelið. Jákup Ósá, ítróttarskrivari hjá Norðlýsinum, og André Olsen og Tróndur Arge frá Miðlahúsinum/Rás2 høvdu at siga í fótbóltspanelinum, sum var tikið upp á Hotel Eurostars Budapest Center.

 

Vit spurdu panelið um broytingarnar á føroyska liðnum, vónirnar fyri dystinum í kvøld millum Ungarn og Føroyar, sum byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð.

 

Vit bóðu eisini panelið tippa, og siga sína erligu meining um avgerðina hjá UEFA í seinastu løtu kortini at loyva áskoðarum til dystin kortini. Ein sein avgerð, sum kom illa við hjá FSF.