Í dag millum klokkan 15 og 17 verður Fótbóltspanelið sent beinleiðis av Toftum, har høvðusgesturin er venjarin hjá B68, Jákup á Borg.
Høvðusvenjarin hjá B68 verður gestur í fyrra tímanum, sum er millum klokkan 15 go 16. Jákup á Borg tók í fjør við sum venjari hjá B68, tá Øssur Hansen legði frá sær. Tað sá einki út hjá felagnum í Betri deildini, men tað endaði við at B68 yvirlivdi, meðan NSÍ mátti tungu leiðina niður í 1.deild.
Til hetta kappingarárið sæst á spælaralistanum, at Jákup á Borg hevur ein fingur við í spælinum. Fleiri av spælarunum, sum eru komnir til hava tilknýti til Jákup á Borg og hansara tíð í B36. Hetta er triðja kappingarárið upp í slag, at B68 er partur av Betri deildini.
Í seinna tímanum verður Fótbóltspanelið, har millum annað Ian D. Jacobsen, formaður í B68, verður gestur.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, so kanst tú senda eitt sms til 559999 millum klokkan 15 og 17.