Fowler við umbering

Fyrrverandi Liverpool-spælarin, Robbie Fowler, noktaði herfyri at sita á bonkinum í australska felag sínum, North Queensland Fury, og tað er hann sloppin at hoyra fyri. Fowler, sum hevur skotið níggju mál í 23 dystum fyri North Queensland, mátti tí koma við einari umbering, har hann viðgekk, at hann hevði borið seg býttisliga at. Málið er blivið nógv umrøtt í australskum miðlum.