Nú Sune Jacobsen, valevni sambandsfloksins í Vágum, fer í hernað móti loftbornu miðlunum fyri at vera sponsoreraður av Høgna Hoydal, so má tann stundin vera komin til handa, at spyrja formannin í sambandsflokkinum, um hon kann liva við at hava Suna Jacobsen sum valevni?
Tað er ovboðið, at tað skal verða Sune Jacobsen úr Sørvági, sum skal ákæra Øssur úr Sjónvarpinum og Bjørt í Útvarpinum fyri pening at geva Høgna Hoydal framíhjárætt í teirra miðlum.
Hvørki landsorganisatión sambandsfloksins ella organisatiónin hjá sambandsflokkinum í Vágum skulu brúka langa tíð til at vita, hví sambandsflokkurin ikki eigur at kunna liva við Suna Jacobsen sum valevni.