Tíðindaskriv
Á torginum í SMS frá hósdegnum 10. mai til leygardagin 12. mai fara ymsir veitarar innan føroyska ferðavinnu at sýna fram sínar vørur og tilboð. Her verður alt frá kulum festivalum til forvitnisligar bátaferðir og klædnasniðgevar. SamVit (fyrrverandi Ferðaráð Føroya og Menningarstovan) og kunningarstovurnar veita kunning og góð ferðaráð, og aftur í ár verður høvi at hoyra søgur og sagnir í víkingatjaldinum. Ponyríðing við Davidsen-hestum verður á parkeringsøkinum hjá SMS.
G! festivalurin, Summarfestivalurin og Fjarðafestivalurin fara at selja atgongumerki og hava útvald tónleikabrot á innandurapalli. Eitt nú spælir vælumtókti dreingjabólkurin Boys in a Band á pallinum fríggjadagin 11. mai.
Umframt áðurnevndu, luttaka bygdasøvn, flutningfeløg, gistingarhús og matstovur.
Tað verður Elin Heinesen, stjóri á SamVit, ið setur Frí í Føroyum 2007. Setanin verður á torginum hósdagin 10. mai kl. 15 og tá verður eisini annað undirhald á skránni.
Framsýningin er opin hesar dagar:
Hósdag 10. mai kl. 10 – 18
Fríggjadag 11. mai kl. 10 – 19
Leygardag 12. mai kl. 10 – 16
Leygardagin 12. mai verður tiltak undir Bryggjubakka við harmonikutónum, grillaðum fiski, pylsum, kaffi te og køkur. Skiparar úr Vestmanna, Vági og Klaksvík fara at skipa fyri bátaferðum. Eitt nú fer Magni Blástein at gera fiskitúrar, og Birgir Enni sýnir fram nýggja skjóttgangandi taxabátin.
Uttanduratiltakið í Vágsbotni verður einans, um veðrið er til vildar.