Fráflytingin kostar okkum dýrt

Samfelagið ger stórar íløgur í útbúgving av ungfólki, sum eftir miðnámsskúla flyta av landinum og ikki koma heimaftur. Ein meting vísur, at hvør mistur árgangur hevur kostað samfelagnum 80 milliónir krónur í íløgum, og at samfelagið missur millum 450 og 900 milliónir krónur í BTÚ av hvørjum árgangi

Tølini fyri, hvat føroyska samfelagið missur av fráflytingini av ungfólki, tykjast skakandi.

Ein meting vísur, at hvør árgangur av lesandi føroyingum, sum flyta av landinum, men ikki koma heimaftur, hava kostað almennu Føroyum 80 milliónir krónur í íløgum, sum samfelagið ikki fær aftur.

Samanborið við líknandi útrokningar í øðrum londum, missa Føroyar bruttutjóðarúrtøku (BTÚ) fyri millum 450 og 900 milliónir krónur av teimum fólkunum í hvørjum árgangi, sum ikki kom heimaftur við síni útbúgving.

Tað skrivar samfelagsgranskarin Gestur Hovgaard í grein í Vikuskifti í Sosialinum í dag.

Hann hevur mett um, hvør búskaparligi missurin er hjá samfelagnum, nú Føroyar missa umleið 150 fólk í hvørjum árgangi til útlandið.


Vælferðarfellan

Dagsins ungdómur gongur vanliga 12-13 ár í skúla og fer síðan antin í læru ella undir víðari lestur. Alt hetta er goldið av tí almenna, tí mett verður, at tað er ein íløgu, sum loysir seg fyri samfelagið.

Eitt nú hevur danska vísmannaráðið roknað seg fram til, at hvør persónur við hægri útbúgving økir um bruttotjóðarúrtøkuna við millum 3-6 milliónum í sínum produktiva virkna lívi, væl at merkja eftir skatt og eftir at útbúgvingin er afturgoldin.

- Skal alment goldna íløgan loysa seg, so má tó ein heilt innlýsandi fyritreyt vera lokin. Hon er, at tann, sum fær hesa útbúgving goldna av samfelagnum, eisini livir sítt produktiva lív í sama landi, sum rindar fyri hana, tí annars fær samfelagið sjálvandi ikki pengarnar aftur. Og nú eru vit inni á kjarnanum í trupulleikanum, skrivar Gestur Hovgaard, sum er lektari í samfelagsvísindi á Fróðskaparsetrinum.


Dýrur missur

- Eftir tí, vit vita, flyta einir 300 ungdómar við miðnámsskúlaprógvi av landinum árliga við tí ætlan at taka onkra hægri útbúgving aðrastaðni. Mett verður, at gott helvtin av hesum fólkum ikki venda aftur til Føroya eftir loknan lestur. Í hesum tølum liggja vit lutfalsliga langt oman fyri okkara grannalond, og talið tykist enntá at vaksa.

Leystliga roknað kostar raksturin fyri ein fólkaskúlanæming í 2011-krónum uml. 40.000 um árið. Hetta verða um leið 400.000 í 10 ár. Ein studentakúlanæmingur kostar um leið 150.000 krónur í 3 ár.

- Teir um leið 150 fráflytararnir árliga, sum ikki koma aftur eftir loknan hægri lestur uttanlands, hava til samans kostað skúlaverkinum einar 80 milliónir krónur. Hetta eru sostatt pengar, sum samfelagið árliga ger íløgu í, men sum tað ikki fær aftur, skrivar Gestur Hovgaard.

Hann vísur eisini á, at samfelagið missur ovurhondsstórar inntøkur av teimum mistu fólkunum.

- Skulu vit leggja nevndu útrokningar hjá danska vísmannaráðnum til grund, so kundi hvør mistur árgangur upp á 150 føroyingar, umframt at goldið sína útbúgving aftur og rindað skatt, eisini økt okkara bruttotjóðarúrtøku við 450 til 900 milliónum, skrivar Gestur Hovgaard.

- Roknistykkið omanfyri er einfalt, men tað setur perspektiv uppá, at lata vit standa til, er tað við áhaldandi stórum tapi av bæði vælferð og kappingarføri sum avleiðing, skrivar hann.

Greinin kann lesast í fullum líki á síðu 14 og 15 í Vikuskifti.