900 mia. krónur í oljugrunninum
Tað hava ongantíð verið so nógvir pengar í norska oljugrunninum sum nú, men stjórnin ætlar at fáa uppaftur meiri pengar í grunnin. Í fjør misti grunnurin pengar, tí virðisbrøvini, sum hann hevur sett pengar í, fullu, men nú gongur hinvegin.
Í løtuni eru einar 800 milliardir krónur í oljugrunninum, og roknað verður við, at talið kemur upp um 900 milliardir, áðrenn hetta árið er úti. Tað merkir, at stjórnin kundi givið hvørjum einasta norðmanni 200.000 krónur í part, og so hugna norðmenn sær eisini við at vísa á, at teir kundu goldið alla ta svensku uttanlandsskuldina.
Men Per-Kristian Foss, fíggjarmálaráðharri, sigur, at pengarnir í oljugrunninum skulu fyrst og fremst tryggja norsku pensjónirnar í komandi árum. Hann vísir á, at útreiðslurnar til pensjónir eru ongastaðni so stórar sum í Noregi, og tí er oljugrunnurin góður at hava, sigur hann. Í ár nýtir stjórnin fýra prosent av vinninginum hjá grunninum, og tað er í meira lagi, sigur Per-Kristian Foss.
Veksandi undirtøka fyri evruni
Í Svøríki benda tær seinastu meiningakanningarnar á, at fleiri og fleiri taka undir við, at sviar eiga at nýta evruna sum gjaldoyra ístaðin fyri krónuna.
Tann seinasta kanningin, sum blaðið Dagens Nyheter almannakunngjørdi í gjár, vísir, at 39 prosent av teimum spurdu ætla sær at atkvøða ja, tá fólkaatkvøða verður um evruna tann 14. september. Fyri átta døgum síðani søgdu 35 prosent, at tey fara at atkvøða ja, og í juni søgdu 34 prosent ja.
Men flestu sviar eru framvegis ímóti at lata gomlu krónuna fara í søguna. Eftir kanningini hjá Dagens Nyheter siga 49 prosent, at tey ætla sær at atkvøða ímóti felags evropeiska gjaldoyranum. Sambært kanningini eru tað tey, sum hava ivast, sum nú tykjast ætla at atkvøða ja.
Ikki álit á vallyftum
Ein nýggj norsk bók avdúkar, at heili 82 prosent av veljarunum hava ikki álit á teimum lyftum, sum flokkar teirra koma við upp undir val.
Kristin Strømsnes, sum hevur skrivað bókina, sigur, at tað kom óvart á seg, at ein so stórur partur av veljarunum ikki hevur álit á, at flokkarnir fara at halda vallyftini. Tað vísir seg eisini, at støðan er tann sama í øllum samfelsgsbólkum. Fólk hava heilt einfalt ikki álit á teimum politisku flokkunum og politikarunum, sigur hon og leggur afturat, at tað vísir seg at gera tað sama, um fólk eru limir í einum flokki ella bert velja flokkin.
Aðalskrivarin í Høgraflokkinum, Trond Hole, sigur við norska útvarpið, at hann er ikki skelkaður av úrslitinum. Hann vísir á, at kanningar í øðrum londum í Vesturheiminum hava bent á tað sama, og at felags fyri øll úrslitini er, at fólk yvirhøvur hava lítla virðing fyri politikarunum.
Semja um leiðara
Teir stríðandi partarnir í vesturafrikanska landinum Liberia samdust gjáramorgunin um at velja Gyude Bryant at standa á odda fyri skiftisstjórnini, sum skal stýra landinum til valið í 2005.
Bryant, sum er úr flokkinum Liberia Action Party, er handilsmaður í høvuðsstaðnum Monrovia, og hann varð hildin at vera tann mest óhefti av teimum trium valevnunum. Sambært friðarsáttmálanum skal stjórnin hjá Bryant sita til valið í 2005, og sjálvur verður hann sitandi í forsætisráðharrastólinum, til eftirmaðurin tekur við 1. januar í 2006.
Síðani tann umstríddi Charles Taylor fór í Liberia, hevur Moses Blah verið forseti, men hann skal lata skiftisstjórnini valdið í oktober.