Frøði

Tíðindablaðið Frøði er nú aftur komið í handlarnar við áhugaverdum greinum um føroysk granskingarúrslit.

Hungursneyð í einum tilafturskomnum Føroyum í 19. øld og føroyskur búskapur tvey hundrað ár seinni

Tvær av greinunum í Frøði hesu ferð viðgera samfelagsbúskap á ymiskan hátt.

Í grein síni »Búskaparligur myndil fyri Føroyar« lýsir Magni Laksáfoss, hvussu tað fer at ávirka búskap okkara, um ríkisveitingin fellur burtur. Hann tekur í nýtslu eitt nýtt búskaparligt amboð, sum er serstakliga evnað til føroysk viðurskifti, tá hann viðger væntaðar broytingar av almennum útreiðslum, húsarhaldsútreiðslum og lønarútreiðslum.

Eitt tað mest dapra tíðarskeiðið í Føroya søgu, tá hungursneyð hótti alt landið, verður lýst við tølum úr skrásetingini hjá Løbner kommandanti frá 1814. Rolf Guttesen er í hesi grein komin til tað heldur óvæntaða úrslit, at tað fyrst og fremst var mjólkin, ið átti lívið í smámanninum.


Havið

Tvær av greinunum snúgva seg um náttúruviðurskifti á havinum.

Sólgerð Andreasen greiðir frá, at tað eru minni enn 200 ár síðan, at havhestur festi búgv her á oyggjunum, og er hann nørdur nógv síðan tá. Hon lýsir munin millum lívshættirnar hjá bøgu og steggja, og greiðir frá, hvussu havhestur reiðrast, búleikast og lívbjargar sær.

Saman við øðrum jarðfrøðingum greiðir Birger Larsen frá, hvussu norðuratlantshavsbotnurin er vorðin til, og hvussu havstreymar ávirka undir undirsjóvarlandslagið.

Greitt verður eisini frá eini altjóða skúlaverkætlan, har børn og ung í útbúgving kunnu teldusamskifta við aðrar skúlar um allan heim um kanningar í fjøruni. Eitt serligt átak byrjar um eitt ár, har kendi David Attenborough fær ein leiklut. Ein av fyrireikarunum, Roger Lindblom úr Svøríki, vónar, at ein ella fleiri føroyskir skúlar fara at luttaka í verkætlanini, og hann hevur bjóðað sær til at komið til Føroya at greiða frá, um áhugi er fyri tí.


Bókaummæli

Slóðbrótandi bókin hjá Turið Sigurðardóttir »Hugtøk í bókmentafrøði«, sum er tann fyrsta føroyska bókin av sínum slag, birtir upp undir eina nýggja víðskygda føroyska bókmentasøgu. Bergur Djurhuus Hansen ummælir bókina.

Frøði fæst í leysasølu fyri kr. 48,- . Frøði kemur út tvær ferðir um árið, og tað kostar 85 kr. um árið at vera haldari. Útgevari er Føroya Fróðskaparfelag í samstarvi við føroyskar granskingarstovn


Ritstjórnin

Lis E. Mortensen, ábyrgdarritstjóri

Marjun A. Simonsen

Annika Joensene;ast bert ein lítil vika er gingin, síðani hann stevndi heimaftur av ferð í kjalarvørri Robinson Kruso.ini.

Samanumtikið er tí mangt sum bendir á, at eitt framhald av verandi skipan hevði verið ein fyrimunur fyri bæði Danmark og Føroyar.


Sjúkradagpengar og vanlukkutrygging

Skipanirnar um hesi øki fara í grundregluni at halda fram óbroyttar.

Tað er kortini ein stórur trupulleiki í verandi skipan, at føroyingar, sum hava arbeitt í Grønlandi, og sum flyta haðani til Danmarkar, (eins og danir ið flyta øvugtan veg), ikki koma undir tryggingarreglarnar í nøkrum av teimum trimum ríkispørtunum.

Tí hava fyrisitingarnar Føroyum og Danmark fyrireikað eina skipan, sum skal tryggja, at viðurskiftini verða skipað so, sum tey eru sambært tí norðurlendska sáttmálanum. Hesin tryggjar, at tað aldri er ivi um, undir hvørjari lóggávu ein persónur er. Her hevði tí verið talan um ein munandi bata í rættarstøðuni.


Forsorgarhjálp

Í grundregluni fer møguleikin fyri at kunna senda føroyingar/danir heim í staðin fyri at veita teimum forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Talan er um sera fá dømi, og danir senda longu undir verandi skipan føroyingar heim, um teir fáa tørv á hjálp beint eftir at teir eru komnir til Danmarkar, uttan so, at teir hava eitthvørt serligt tilknýti til eitt nærsamfelag i Danmark. Mannagongdin er í grundregluni tann sama í Føroyum, burtursæð frá, at fólk sum hava føroyskan uppruna, ikki verða send aftur til Danmarkar, hóast tey bert hava verið stutta tíð í Føroyum.


Boligsikring

Boligsikring í Danmark (at tann, sum leigar íbúð, fær ein part av leiguni afturgoldna frá tí almenna) er er bert treytað av bústaði. Tí vera ongar broytingar á hesum øki.


Familjustyrkur

Verandi skipan hevði hildið fram.

Onnur viðurskifti viðvíkjandi almannaøkinum

Tað kemur fyri, at føroyingar verða sendir til danskar stovnar, bæði við uppvenjing og varandi uppihaldi fyri eyga. Føroyskir myndugleikar rinda longu sum er fullan prís fyri hetta, umframt aðrar útreiðslur, sum standast av tí. Tí verða neyvan nakrar broytingar her, hóast tað bert er í sambandi við endurbúgving og nøkur serlig og sera smá brek-øki, at norðurlendskir sáttmálar eru, sum hava beinleiðis týdning.


Arbeiðsmarknaður

Tað er ein semja millum norðurlond um ein felags norðurlendskan arbeiðsmarknað, har londini hava bundið seg til, at arbeiðstakarar frá øðrum norðurlendskum londum skulu hava somu rættindi og skyldur sum teirra egnu ríkisborgarar uttan so, at hetta ikki ber til orsakað av landsins egnu lóggávu á einum ávísum øki. Slík undantøk kunnu sum útgangsstøði bert vera í sambandi við vinnu á økjum sum krevja serlig loyvisbrøv.

Tí kann eitt norðurland ikki krevja arbeiðs- ella uppihaldsloyvi frá ríkisborgarum úr øðrum norðurlendskum londum, og øll eiga rætt til eitt nú frítíðarløn.

Tað eru kortini øki, har tørvur er á serligum skipanum. Hetta ger seg fyrst og fremst galdandi viðvíkjandi skiparum. Verandi lóggáva í Danmark og í Føroyum setur sum krav, at skiparar eru danskir ríkisborgarar. Hetta er eitt vanligt krav í altjóða høpi, men til ber kortini at gera undantøk.

Eyðsæð er, at tað tænir bæði føroyskum og donskum áhugamálum, at báðir partar gera undantøk á hesum øki. Á fundinum millum stjórnina og landsstýrið tann 2. maj var tí eisini avrátt, at skal takast upp til viðgerðar.


Arbeiðsloysistrygging

Tann trupulleikin, sum verður umrøddur undir ?almannaviðurskifti? (sjúkradagpengar og vanlukkutrygging), ger seg eisini galdandi viðvíkjandi arbeiðsloysistrygging, so tað hevði eisini her verið ein munandi bati í rættarstøðuni, um farið varð yvir til rættindi sum tey, ið eru í teirri norðurlendsku skipanini.

Sáttmálin millum danska Arbeiðsmálaráðið og Føroya Landsstýri um samskiping av arbeiðsloysistrygging virkar í grundregluni á sama hátt sum sáttmálarnir millum onnur norðurlendsk lond, men í verki er tann danski-føroyski sáttmálin meira liðiligur og ikki so bureaukratiskur:

Í norðurlendskum høpi er tað eitt krav, at ein skal hava arbeitt eitt ávíst tíðarskeið í tí landinum, ein er í, áðrenn ein kann tryggjast í hesum landinum. (Í Noregi skal ein t. d. fáa arbeiði innan 12 vikur, og ein skal hava arbeitt í minsta lagi átta vikur og hava forvunnið minst 28.000 kr. fyri at kunna koma við í ta norsku arbeiðsloysskipanina).

Í tí danska-føroyska sáttmálanum er tað soleiðis, at ein beinan vegin kann koma við í tað donsku tryggingina, tá flutt verður úr Føroyum til Danmarkar. Tó skal ein hava eitt prógv um, at ein hevur verið tryggjaður í teirri føroysku skipanini, og at ein í Føroyum hevur arbeitt í minsta lagið 2080 tímar innan tey síðstu trý árini.

Tá flutt verður úr Danmark til Føroya verður einki arbeiðskrav sett.

Tá ein borgari er fluttur úr teirri donsku til ta føroysku skipanina ella øvugt, hevur hann beinan vegin rætt til allar veitingar í arbeiðsloysistryggingini ? eitt nú stuðul til farloyvi. Føroyingar hava kortini ikki rætt at vera við í donskum eftrilønarskipanum.

Harafturat er avtalað, at danskir arbeiðstakarar (hóast høvuðsregluna) kunnu velja at verða verandi tryggjaðir í Danmark meðan teir hava eitt fyribilsstarv í upp til seks mánaðir í Føroyum. (Hetta er serliga viðkomandi fyri serliga og høgt útbúna arbeiðsmegi). Ætlanin er at seta í verk eina líknandi skipan fyri føroyingar, sum hava fyribilsarbeiði í Danmark.

Hendan avtalan virkar á nøktandi hátt, bæði umsitingarliga og í mun til borgararnar.

Eftir donskum ynski skal avtalan skjótt endurskoðast, men ætlanin er ikki at fremja stórvegis broytingar. Málið hjá landsstýrinum er, at javnbjóðis rættindi skulu vera á hesum øki.


Embætismenn

Tað eru einstøk onnur øki, har avmarkingar eru. Eitt nú ber til at seta avmarkingar fyri, hvør kann gerast høgur embætismaður og ráðharri í stjórnini.

Hetta er vanligt undantak í millumtjóða sáttmálum um javnstøðu.