Nítjan fótbóltsspælarar fáa boð frá landsliðsvenjaranum til teir báðar landsdystirnar, sum verða á Svangaskarði komandi leygardag og annan mikudag móti ávikavíst Skotlandi og Bosnia-Hersegovina.
Allan Simonsen hevði fleiri enn tjúgu spælarar til venjingar á Svangaskarði týskvøldið og mikudagin. Millum teirra vóru fýra úr NSÍ. Bara Helgi L. Petersen hevði eina ferð áður verið í nánd av landsliðnum. Men tá venjarin valdi teir, hann vil hava undir hond frá hósdegnum av og eina lítla viku fram, fóru eingi boð til Runavíkar. Jan Joensen og Heðin á Lakjuni úr KÍ vóru við landsliðnum í Litava og Skotlandi í heyst, men teir hava heldur ikki fingið boð, og Bartal Eliasen, sum hevur verið burtur frá leingi, men sum hevur spælt væl í GÍ verjuni higartil í ár, hevur heldur ikki fingið boð.
Nýggi maðurin
Einasti spælarin, sum ongantíð áður hevur verið í sambandi við a-landsliðið, og sum hesa ferð hevur fingið landsliðsboð, er liðformaðurin hjá B68, Fróði Benjaminsen.
Hann var púra ovfarin, tá vit søgdu honum, at boð vóru á veg frá landsliðsvenjaranum og til hansara. Fróði Benjaminsen arbeiðir á Fiskamarknaði Føroya á Toftum, og seinnapartin av vikuni hava teir havt úr at gera, so hann náddi ikki til venjingar hóskvøldið:
? Eg var eitt sindur kløkkur, tá eg hoyrdi, at eg var úttikin til felagsvenjingina týskvøldið og mikudagin, men eg má ásanna, at síðani tá havi eg als ikki hugsað um møguleikan fyri, at boð skuldu vera eftir mær til landsdystirnar, men hetta ljóðar spennandi og hugaligt, sigur Fróði Benjaminsen.
Altjóða fótbóltsumhvørvið er ikki púra ókent fyri kropssterka manninum, sum eisini hevur góðan bóltførleika og kann spæla í verjuni, á miðvøllinum og eisini viðhvørt er álopsmaður. Í tvey ár hevur hann verið á U-18 landsliðnum. Johan Nielsen var venjari, og teir royndu seg í undankappingum bæði í Týsklandi og í Póllandi.
Hópurin
Undan sætta umfarinum í landskappingini, sum verður í morgin, eru næstan allir spælararnir tøkir. Eingin er skaddur, men Henning Jarnskor hevur tvey gul kort á kontoini frá í fjør, og hann er tískil leikbannaður móti Skotlandi.
Allan Simonsen hevur valt nítjan spælarar: Jákup Mikkelsen, Herfølge, Jens Martin Knudsen, Leiftur, Óli Johannesen, TB, Jens Kristian Hansen, B36, Hans Fróði Hansen, HB, Pól Thorsteinsson, B36, Jan Dam, HB, Øssur Hansen, B36, Henning Jarnskor, GÍ, John Hansen, Jóhannis Joensen, HB, Allan Mørkøre, HB, Julian Johnsson, Kongsvinger, KÍ, Sámal Joensen, GÍ, Fróði Benjaminsen, B68, John Petersen, B36, Jákup á Borg, B36, Uni Arge, Leiftur og Todi Jónsson, FCK.
Landsliðsspælararnir hittast í hølunum hjá tryggingini í Runavík hósdagin, og teir verða saman til eftir dystin móti Bosnia, sum verður annað mikukvøld.