Fróði hevur brotið beinið

Fróði Benjaminsen fekk í gjár staðfest, at tað var beinbrot, sum noyddi hann av vøllinum í landsdystinum imóti Pólandi sunnudagin


Beinbrotið hevur við sær, at miðvallarmotorurin hjá B36 og landsliðnum noyðist at halda seg burtur frá fótbólti í einar seks vikur. Og sum vera man, so var lagið á spælarunum sjálvum í botni í gjár.
- Hetta kundi ikki verið verri, og í løtuni er humørið í botni. Sjálvandi er tað slíkt, sum kann henda, men tað ger tað ikki lættari at koma ígjøgnum, fyri tað, segði Fróði Benjaminsen.
Talan er um brot niðarliga á legginum. Tíbetur tykjast liðbondini ikki at hava fingið skaða, og heldur ikki er neyðugt við gipsi, tí brotið liggur somikið væl. Men undir øllum umstøðum verður talan altso ikki um fótbólt komandi seks vikurnar.
- Eg kann helst byrja at venja á súkklu um einar tríggjar vikur, og kanska at renna um einar fimm vikur. Í so máta má eg bara syrgja fyri, at venjingarstøðan er tann best gjørliga, tá eg aftur sleppi á vøllin, staðfestir Fróði.