Fróði søkti barndómsfelagið

Fróði Clementsen hevur fyri tað mesta fingið sína fótbóltsuppaling í B36. Men tað merkir ikki, at hann hevur verið serliga blíður við barndómsfelagið í ár. Tríggjar ferðir hevur AB spælt móti B36, og hvørja ferð hevur Fróði skorað. Og týdningarmesta málið av hesum var helst sunnudagin, tá hann í yvirtíðini sendi brotsspark í netið.

Men tað var ikki júst ætlanin, at Fróði skuldi taka brotssparkið.

- Vit høvdu sum so ikki avtalað nakað. Súni Fríði varð so biðin um at skjóta, men hann segði, at hann kendi seg ikki heilt tryggan, og so átók eg mær uppgávuna.

Kendi tú stórt trýst á tær?

- Ikki sum so. Men eg hopaði bara, at eg skoraði. Og hóast hetta helst er týdningarmesta brotssparkið, sum eg havi skotið, so havi eg oftani kent tað tyngri, beint tá eg skal skjóta.

Og hetta er triðja málið hjá tær móti barndómsfelagnum?

- Ja. Eg veit ikki, hvussu tað ber til, men tað hevur so riggað væl móti júst teimum. Teir hava annars eina sterka verju, men tað hevur so riggað onkursvegna.

Sigurin ber við sær, at AB nú bert er tvey stig undir niðurflytingarstrikuni. Og Fróði stafðestir eisini, at tað nú sær munandi betri út hjá teimum.

- Vit hava ongan tíð av álvara sæð so svart uppá tað, men sjálvandi er lagið í hópinum gott júst nú. Nú eru KÍ og B71 so beint framman fyri okkum, og tað setir aftur krøv til okkum. Megna vit ikki at fylgja hesum sigrinum upp við góðum úrsliti komandi dystirnar, so er talan at kalla um spiltar kreftir.