Frøði tekur CTD í álvara

Eitt nýtt eintak av tíðarritinum Frøði er komið í sølubúðirnar í dag. Eitt av evnunum í ritinum er lívshættisliga sjúkan CTD, sum útgevararnir halda ikki er væl lýst. Tíðarritið er næsta blaðið í ár.

ST hevur gjørt av, at árið 2010 skal ognast lívfrøðiligum margfeldi. Tí er sjóneykan eisini í hesari útgávuni sett á hetta evnið.

Í tíðarritinum eru fleiri greinar, sum viðgera lívfrøðiligt margfeldi við teimum avbjóðingum og møguleikum, sum kunnu standast av veðurlagsbroytingum.

- Reyði tráðurin í hesum greinum er, at margfeldi, antin tað er í ílegutilfeingi ella í ti mentanarliga, er ein styrki, sum gevur okkum meira at standa ímóti við, tá umstøðurnar broytast, sigur Føroya Fróðskaparfelag.

Í ritinum eru hugvísindaligar greinar um, hvussu siðbundna mannfólkaímyndin er hótt í framkomnu samfeløgunum, sum Føroyar eru partur av.

Hetta er evnið í aðrari av tveimum greinum um livikorini hjá børnum og ungum í dag. Hin lýsir úrslit av eini stórari norðurlendskari kanning um børn og trivnað.

Ein onnur avbjóðing, sum Frøði hesa ferð viðger, er CTD. Sjúkan er lívshættislig, um viðgerð ikki verður sett í verk.

Sambært útgevarunum av Frøði er sjúkan ikki væl lýst, tí hon er sjáldsom í heiminum yvirhøvur ? uttan í nøkrum fáum populatiónum, sum hjá okkum.

Í Frøði er eisini ein áheitan um og ein lýsing av, hvussu vit kunnu fara fram fyri at verja drunnhvítastovnin í Nólsoy ímóti teirri hóttan, sum rotta er fyri fuglin.

Nólsoy er sum kunnugt eitt av størstu drunnhvítalondum í heiminum.

Útgevari av Frøði er Føroya Fróðskaparfelag.