Fríðin klárur fyri B68

B68-EB-Streymur:
EB/Streyma venjarin heldur ongan iva vera um, at B68 er stórfavorittur undan uppgerðini á Svangaskarði

Upptakt

EB/Streymur skal 2. hvítusunnudag á Svangaskarð. Og venjarin hjá EB/Streymi, Trygve Mortensen, heldur ongan iva vera um, at heimaliðið er stórfavorittur.
? Eg hugdi at, tá B68 í fjør vann 1?0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tá var talan um tætta uppgerð. Vit vóna eisini hesa ferð tað besta, men vit ásanna, at B68 hevur nógv og gott fólk, og at teir eru upplagdir favorittar ímóti okkum, sigur EB/Streyma venjarin, sum við hesi útsøgnini roynir at lætta trýstið av sínum monnum.
Síðsta vikuskifti taptu teir tvær ferðir ímóti VB. Fyrst í landskappingini á heimavølli og so í fjórðingsfinaluni á útivølli.
Allir EB/Streyma spælararnir vóru tøkir til dystirnar seinast, og teir eru allir við aftur hesa ferð.

Fríðin tøkur
Hjá B68 er tað greitt, at liðformaðurin Fróði Benjaminsen ikki verður við. Hann fekk reytt kort í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini ímóti NSÍ.
Marlon Jorge var leikbannaður í tí dystinum. Hann er tøkur aftur. Ta ferðina spældi Jan Petersen, sum leingi hevur verið skaddur. Hann er við í kappingini hesa ferð, og tað er Fríðin Ziskason eisini. Fyrrverandi KÍ spælarin hevur verið skaddur í nakrar vikur, men nú er hann tøkur aftur.
Marcello Marcellino hevur verið skaddur. Nú er hann farin at venja aftur. Hann er í hópinum ímóti EB/Streymi, men hann verður neyvan ímillum teir fyrstu ellivu.
B68 vann 4?1 á Sevmýri hósdagin í síðstu viku. Tá varð sagt, at spælið var sannførandi.