Heðin Mortensen
býráðslimur sambandsvalevni til Tórshavnar býráð
Heimasíðan: www.hemorten.com
Sitandi samgonga hevur gjørt nógv burturúr at fríðka um býin. Sambandsflokkurin hevur havt formannin í byggi- og býarskipanarnevndini seinastu árini. Einamest er tað miðbýurin, sum hevur notið væl av hesum, og hetta kunnu so øll frøast um, hóast hetta arbeiðið ongantíð verður liðugt.
At fríðka um okkara høvuðsstað økir um trivnaðin hjá teimum, sum búgva her, men átti at verið til gleði fyri øll. Hetta arbeiðið skal sjálvandi halda fram, men nú skal eisini hugsast meira um útjaðaraøkini.
Tað er sera umráðandi, tá tað ræður um fríðkan, at hvør einstakur borgari tekur ábyrgdina saman við kommununi. Vit kenna øll hugtakið um at sópa fyri egnum durum.
Ung í arbeiði hava gjørt gøtur millum býlingar, og spælipláss eru gjørd og endurnýggjað. Og ætlanin er nú at koma longur út til teir ymsu býlingarnar við somu tiltøkum. Undir fríðkanina hoyrir eisini, at vegir verða hildnir reinir og vakrir.