Tann karismatiska vekingin byrjaði sum ein rørsla í 1961 í USA og bleiv til eina heimsumfatandi rørslu, ið eisini kom til Norðurlond, har Noreg var tað fyrsta landið.
Í Føroyum fingu vit at kenna nakað til hesa rørslu fyrst í sjeytiárunum. Útlendskir prædikumenn (serliga norðmenn) komu til Føroya. Røringur kom í fólkið, sum streymaði til og vísti seg at vera sera opið fyri boðskapinum, sum hevði sterka ávirkan. Nakað ? fyri mong ? ókent og nýtt var mátin, sum orðið varð praktiserað uppá. Eisini fóru fleiri føroyingar, eitt nú Jákup Magnussen, prestur og Maja Dalsgarð, niður til Danmarkar á páskum í 1975 til eina karismatiska ráðstevnu í Roskilde, har so kendir menn sum Aril Edvardsen, Michael Harry, Svend Bojsen, Håkon Bojsen og Lars Messerschmitt vóru høvuðstalarar.
Mong vóru opin fyri hesi veking og vildu tey tí fegin koma saman í felagsskapi og eisini ? sum leikmansrørsla ? at vera við til at vekja Føroya fólk andaliga. Ein av teimum mongu, sum her heima gingu á odda í vekingini, var Tummas Juul Askham.
Fríkirkjan Oasan er ein sjálvstøðug kirkja. Elstaráðið hevur evstu ábyrgd í boðan og læru. Elstaráðið er ikki undir eftirliti av øðrum kirkjuligum myndugleika. Heldur ikki er Fríkirkjan partur av nøkrum kirkjusamfelag, men ynskir at virka saman við øðrum kirkjum, ið byggja á somu meginreglur sum fríkirkjan.
- Vit ynskja at bera Guðs ljós út í okkara myrka heim, og vit ynskja at styrkja familjubondini á kristnum grundstøði og leggja í hesum sambandi alstóran dent á barnaarbeiði, ungdómsarbeiði og vaksnamannaarbeiði, sigur Fríkirkjan Oasan.