Leygarkvøldið verður stórt ungdómsgildi á Kambsdali, og seinni verður føðingardagurin hjá Frændum hildin í Klaksvík
Leygarkvøldið var stóra føðingardags- og útgávubrakið hjá Frændum í Havn. Sera nógv fólk var til tiltakið, og tónleikararnir í Frændum eru sera fegnir um móttøkuna.
- Fólk vóru spent og gleddu seg til stóra gildið, og tað gjørdu vit eisini. Tað gjørdist eisini eitt stórt kvøld fyri okkum, og vit eru sera fegnir um, hvussu fólk tóku ímóti okkum, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av limunum í Frændum.
Frændur spældu nýggjar sangir fyri fólki, og teir trivu sjálvsagt í teir góðu, gomlu sangirnar eisini.
Og hetta skal endurtakast komandi tvær vikurnar.
Leygarkvøldið 28. november spæla Frændur til stórt gildi í ítróttarhøllini á Kambsdali. Tá verða serliga ungfólk boðin í føðingardag hjá bólkinum.
Leygarkvøldið 5. desember spæla Frændur í Klaksvík, og tá verður føðingardagsveitslan endurtikin við góðum tónleiki, sushi og 18 ára aldursmarki.