Frá risahalli til avlop

Ein av rættiligu sólskinssøgunum í føroyskum vinnulívi er roknskapurin hjá Smyril Line, sum fór frá einum halli í 2008 á 208 milliónir til eitt avlop á umleið 13 milliónir krónur í fjør

Tá nevndin í Smyril Line í september 2008 setti Peter Holm í starv sum stjóra í felagnum, var tað við einum fyri eyga: at venda afturgongd til framgongd.
Tikin vórðu nøkur drastisk stig, tey mest týðandi at niðurleggja ruturnar til Noregi og Hetland.
Seinna niðurleggingin – tann av Hetlands-rutuni – var serliga kontroversiel, tí hetlendingar eiga ein stóran part av partapeninginum í Smyril Line.
Men hildið varð fast við hesa avgerðina, og tað er í stóran mun niðurleggingarnar av hesum báðum rutunum, sum hevur verið við til at vent gongdini hjá felagnum.
- Tað ber ikki til at siga, at tað er ein einstøk avgerð, ið hevur gjørt munin. Skal tað sigast stutt, so er tað tann veruleiki, at vit hava »foreinklað« rutunetið, ið hevur havt størstan týdning, sigur Peter Holm, stjóri í Smyril Line.
Stjórin boðaði í mars 2009 frá, at leiðslan miðaði ímóti at koma út úr 2009 við einum avlopi. Seinni spesifiseraði hann hetta avlopið til 13 milliónir krónur.
- Hatta lovaðu vit í mars, og nú árið er farið standa vit framvegis við hasi tølini, sigur Peter Holm.

Størri fokus
Tað, at rutunetið nú er foreinklað, ger, at tað er nógv lættari at seta fokus á einstøku útboðini.
- Vit merkja eina stóra framgongd í Danmark, Týskalandi og í Føroyum, og eisini hollandski marknaðurin er í vøkstri. Men við at avmarka okkara tilboð kunnu vit eisini seta størri orku inn á tey tilboð, sum vit hava, sigur Peter Holm.
Smyril Line merkir sostatt eina risa framgongd í einari tíð, har mest sum allur heimurin upplivir eina djúpa kreppu.
- Tað er rætt, at tað hoyrist um ferðaskrivstovur ferðamannafeløg, sum eru í svárari kreppu, men sølutølini gjøgnum alt árið í fjør vóru góð, og útlitini higartil benda á somu gongd, sigur Peter Holm.
Tiltøkini, sum eru sett í verk, hava effektiviserað organisatiónina, og loyvt teimum at seta størri fokus á verandi útboð.

Sparingar
Stjórin í Smyril Line leggur dent á, at tað eru øll tiltøkini samanløgd, ið hava vent gongdini og skapt avlopið.
- Tað eru ikki tey einstøku tiltøkini hvør sær, sum hava vent gongdini. Tað eru øll tiltøkini samanlagt, ið hava vent halli til avlop, sigur Peter Holm.
Eitt av tiltøkunum var fyrispurningurin um at leggja Norrönu í Keypmannahavn sum hotelskip undir COP15, ið var ein møguleiki, sum Smyril Line ikki kundi siga nei til.
Men tað er ikki bert á inntøkusíðuni, at tað hevur gingið betri hjá Smyril Line í fjør.
- Vit framdu nakrar sparingar í endanum av 2008, og tær hava eisini verið ein partur av betraða úrslitinum, sigur Peter Holm.
Roknskapurin verður kunngjørdur í mars í ár, og hóast stjórin í Smyril Line ikki nevnir nágreiniligu tølini, so váttar hann kortini, at tey liggja har á leið, sum áður hevur verið ført fram.