Per Gustavsson og Katrin Petersen fara at siga frá stuttligum, ræðandi og syrgiligum søgum í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 22. mars klokkan 19.30.
- Per og Katrin duga eisini at leggja lag á og onnur, sum hava hug, fáa eisini høvi at siga søgu. Tiltakið er ætlað vaksnum, men børn eru vælkomin saman við vaksnum.
Norðurlandahúsið veit at siga, at Per Gustavsson hevur í meiri enn fjøruti ár hugtikið børn við sínum framúrskarandi søgukynstri.
- Hann er ein av stovnarunum til Sagumuseet í Ljungby í Svøríki. Per hevur áður vitjað í Føroyum og hildið skeið og sagt frá.
Lagt verður aftrat, at Katrin Petersen eisini hevur stóran áhuga fyri søgum og hevur fortalt søgur til ymisk høvi.
Norðurlandahúsið og kunningarstovurnar kring landið vita meiri um tiltakið at siga.