Frásøgulegendir vitja Fótbóltspanelið á FM1

Millum klokkan 16.10 og 16.55 verða Jógvan og Magni Arge gestir í Fótbóltspanelinum á FM1

 

Tað verða tvær frásøgulegendir, ið verða gestir í Fótbóltspanelinum á FM1 klokkan 16.10 í dag.

 

Talan verður um brøðurnar Jógvan og Magna Arge sum saman við pápanum, Niels Juul løgdu lunnar undir beinleiðis frásagnir av ítrótti í føroyskum útvarpi.

 

Tosað verður um tíðina tá teir komu í gongd at siga frá fótbólti, kappróðri og hondbólti í 1960-unum og 1970-unum.

 

Nomið verður eisini við tær størstu løturnar teir hava havt sum frásøgumenn til serligar føroyskar ítróttarhendingar.

 

Jógvan og Magni fara eisini at fortelja um konseptið at hava tveir frásøgumenn til hvør sín dyst sunnudag seinnapart í bestu fótbóltsdeildini, og fyrimunurin við hesum konseptinum. Eitt konsept teir mentu saman við pápanum, Niels Juul. 

 

Til umrøðu verður eisini júst lokna Nations League kappingin, og vónirnar til komandi EM-undankappingina hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. 

 

Í fyrra sendatímanum í SportBoxini verður hondbóltsupptakt og flogbóltsupptakt. Flogbóltsupptakin verður merkt av, at flogbóltsfelagið í Klaksvík, Mjølnir fyllir 40 ár.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.