Tað hevur verið vanligt í grannalondum okkara, at foreldur hava havt møguleika at velja, hvørt børn teirra skuldu fara í ein frískúla ella ein vanligan fólkaskúla.
Hesi seinnu árini hevur hesin møguleikin eisini verið til staðar hjá foreldrum í ávísum støðum kring landið.
Og ikki kann sigast annað, enn at hesir skúlarnir eru væl umtóktir - so at teir tríggir eru væl mannaðir við næmingum, ið eru farnir í skúla á fyrsta sinni.
Í løtuni eru tríggir slíkir frískúlar - ein við Hoyvíkstjørn í Havn; ein í Havn og sum heldur til á Velbastað; og so tann nýggjasti Frískúlin Keldan, sum byrjaði í fjør og sum heldur til í samkomubygninginum hjá Kelduni í Skálafirði.
Her ganga ávikavist 14, 10 og 13 næmingar. Íalt 37 næmingar. Hetta er ein góður vøkstur, tí í fjør fóru einans 26 næmingar í hesar tríggjar skúlarnar.
Nevnast kann, at í frískúlanum í Skálafirði eru nú 8 børn í forskúla, 13 í 1. flokki og 9 næmingar í 2. flokki.
Tá skúlaárið byrjaði í farnu viku fóru annars 698 næmingar í 1. flokk í skúlunum kring landið.
Her var talan um eitt sera javnt kynsbýti millum dreingirnar og genturnar. Tað vóru nevniliga 349 dreingir og 349 gentur í hesum flokkum.
Tilsamans 6888 næmingar, umframt teir 37 í frískúlunum, ganga í fólkaskúlanum skúlaárið 2011/2012. Tað eru 23 fleiri enn í fjør.
Spentir næmingar og foreldur til fyrsta skúladag í frískúlanum Keldan í Skálafirði. Her eru eisini fleiri børn í forskúla og í 2. flokki (Mynd: friskulin-keldan.fo)