Frísparkssnillingur til HB

Eisini heldur kendur sjónvarpsvertur fram sum málmansvenjari

HB hevur í kvøld kunngjørt, at Rasmus Nolsøe verður hjálparvenjari hjá HB. Tvøramaðurin er fyrrverandi miðverji við avbera góðum sparkiteknikki. Hann skal nú hjálpa HB frá bonkinum, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

 

Rasmus Nolsøe hevur seinasta árið verið venjari hjá U14 dreingjunum hjá HB. Heimasíðan avdúkar eisini, at Tróndur Vatnhamar heldur fram sum málmansvenjari. Umframt at vera fyrrverandi málverji, so er hann eisini kendur sum eitt nú sjónvarpsvertur.

 

Venjari hjá HB er Sigfríður S. Clementsen.

 

HB:

Tilgongd: Levi Hanssen (Byrjaður aftur), Heðin Hansen (Víkingur), Dánjal Pauli Lervig (Víkingur). Sebastian Pingel og Thiago Pinto venja við.

 

Frágongd: Øssur M. Dalbúð (Fluttur av landinum), Arnbjørn Hansen (EB/Streymur), Teit Jacobsen (Sønderjyske), Fróði Benjaminsen (Víkingur)