FRÁ TJÓÐVELDI TIL IMPERIUM

Er nakað høpi í at samanlíkna tilgongdina í rómverskari og amerikanskari ríkismenning?

Eftir Hanus Kamban
????????????????

Forsetavalið 2. november

Kerry fingið forsetan aftur
Fyrr í heyst tóktist mangur republikanari, limur sum spunalækni, at halda, at George W. Bush fór at vinna ein ómakaleysan sigur á sínum mótmanni John F. Kerry á forsetavalinum tann 2. november. Bush var maðurin, sum eftir eitt lív á syndanna vegi hevði møtt Billy Graham og eftir hetta taldist millum tey rættvísu. Hann hevði víst fastleika í stríðnum móti yvirgangi. Hinvegin varð John Kerry lagdur undir at vera eitt vingl í sama stríði.
Eftir tríggjar hólmgongur fyri opnum skíggja er henda myndin broytt. Í orðaskifti hevur Kerry sum heild staðið seg betur enn forsetin. Hann hevur víst fasta og tignarliga medferð, og fáur heldur hann í dag vera ein vingliskølt. Hann hevur dugað væl at greitt frá síni fíggjar-, sosial- og heilsupolitisku dagsskrá.

Spenningur til tað seinasta
Í løtuni stendur sostatt á jøvnum millum partarnar, og spenningurin tykist fara at vara til tað seinasta. Millum viðurskiftir, sum kunnu ávirka úrslitið, eru veljararakstur, peningastuðul frá fyritøkum og ríkmonnum, ella kanska onkur óvæntað hending. Fyri Bush er tað helst ein fyrimunur, at allar avleiðingarnar av Irak-krígnum ikki hava víst seg enn.
Men aftan fyri dagsins ofta brotkendu og tilvildarligu framsíðu krógva seg størri spurningar. Er USA í dag eitt imperium? Vísir landið, eins og í fornøld tað rómverska ríkið, imperiala hugmóð? Kann landsins fólkaræði, eins og tað rómverska, vera undir imperialari hóttan?

Beinhart stríð um olju
Og: Er heimurin á veg inn í eitt tíðarskeið, har ikki hugmyndafrøði, átrúni ella yvirgangur telja mest, men heldur eitt beinhart stríð millum USA og onnur heimsveldi in spe (eitt nú Russland, ella kanska Kina) um tilfeingið í heiminum - fyrst og fremst olju?
Í tveimum greinum, sum eru skrivaðar við støði í bókini Heimsveldið Amerika. Tann nýggja Rómaborg eftir týska søgumannin Peter Bender, tekur rithøvundurin Hanus Kamban hesar spurningar til umrøðu. Greinirnar koma á prent í Sosialinum í dag og næsta leygardag.


FYRRI PARTUR
Tað imperiala stórveldið
Tey seinastu mongu árini er ein ørgrynni av verkum komin út, har rithøvundar, blaðmenn ella søgufrøðingar á minni ella meira dyggum grundarlagi gera sær sínar hugsanir um USA, um samveldisins viðurskiftir beint nú, um tess søgu eftir múrsins fall ella um tess framtíðarvánir.
Millum høvundar av slíkum verkum kann ein nevna Michael Mann (ikki at blanda við Michael Moore), Benjamin R. Barber, Charles Kupchan, Chalmers Johnson og Jedediah Purdy. Millum høvuðsevnini í hesum bókum eru USA sum imperium, møguligar hóttanir móti landsins fólkaræði, militarisering og hugburður hjá øðrum tjóðum mótvegis USA.
Eina serstøðu í hesum liði av viðmerkjarum hevur tann týski søgumaðurin Peter Bender. Í bókini Weltmacht Amerika. Das neue Rom viðger Bender eitt søguligt-politiskt paradigma úr nýggjari tíð, men gevur síni viðgerð eitt serligt perspektiv við samstundis at varpa ljós á ein framvøkstur av sama slag í fornøld. Hann greiðir frá høvuðsgongdini í amerikanskari søgu frá 1783, tá 13 statir tóku loysing frá Bretlandi, og til í dag (2003), og hann greiðir samstundis frá, hvussu tað rómverska ríkið vaks í mæti og broyttist frá árinum 279 f.Kr. og til nakað eftir 146 f.Kr., tá Triðja Puniska Kríggj endaði.
Samanburðurin við rómverjar er ikki tikin úr leysum lofti. Teir tignarligu harrar, sum settu á stovn tað amerikanska samveldið, brúktu hesa samanlíkning í tíð og ótíð og í øllum hugsandi viðurskiftum. Eftir tí rómverska tinginum varð tað amerikanska rópt senat, og The Capitol, tað amerikanska kongresshúsið, er uppkallað eftir Capitolium, heygnum, har Rómaborg varð grundløgd. Í amerikonskum byggistíli, á amerikonskum myntum og pengaseðlum, í tilsipingum í røðum og greinum síggjast rómversk søga, mentan og hugsan skyggja, sum ein fyrimynd úr fornari tíð.
Frælsi í mótburði
Tvær høvuðsgrundir vóru til hetta. Líkasum rómverjar, sum høvdu bygt eitt lítið býarríki á tí italsku hálvoynni, tíðliga gjørdu uppreistur og o.u. 470 f.Kr. bardu tað etruskiska okið av sær, gjørdu amerikanarar seg í frælsisstríðnum 1775-1783 leysar av Bretlandi. Og eins og rómverjar sum frá leið skipaðu eitt tjóðveldi fyri aðalin (aristokratiskt tjóðveldi), skipaðu amerikumenn eitt demokratiskt samveldi við ongum kongi.
Tá ið eitt felag, har George Washington, tann fyrsti forsetin í USA, stóð á odda, rópti seg Cincinnati, var tað ikki av tilvild. Cincinnatus var ein rómverskur einaræðisharri, sum - tá hann hevði útint sítt verk og vunnið á fíggindanum - ríkinum lýðin legði sítt starv niður og fór aftur til sítt plógv. Slíkt vóru menn!
Sjálvsagt ber ikki til at toyggja ein parallell sum tann rómversk-amerikanska í hvørjari lykkju. Amerikanarar vóru frá byrjan eitt siglandi fólk, undan Fyrsta Puniska Kríggi hevði fáur rómverji migið í saltan sjógv. Amerikumenn vóru handilsmenn sum fólkið í Karthago, rómverjar vóru bøndur. Amerikanarar vóru fyltir av eini ágangandi kristnari hugmyndafrøði, rómverjar høvdu sínar gudar, men vóru ikki missionerar.
Ætlanin er í hesi grein, við bókini hjá Bender sum grundarlagi, at hyggja at nøkrum høvuðsmótum ella høvuðsbroytingum í tí rómverska og tí ameri-kanska politiska framvøkstrinum og at spyrja, í hvørji vídd nakað høpi er í at gera eina slíka samanlíkning. Síðani verður roynt, um svarið er játtandi, at kanna eftir, hvat ein slík samanbering kann siga okkum um leiklutin hjá USA í dag.
Oyggj og hálvoyggj
Fyri fyrst síggja vit tá tvey landafrøðilig bílæti, har tað fyrra, frá tíðini nakað undan burði Krists og nakrar øldir aftaná, er avmarkað til umráðið rundan um Miðalhavið, og har tað seinna, úr nýggjari tíð, røkkur um alla klótuna.
Hyggja vit nú meira gjølla at tí fyrru myndini, so síggja vit ta italsku hálvoynna við tí eyðkenda styvlaforminum toyggja seg í ein landsynning, eystanfyri er Adriatahav og vestanfyri Tyrrhenska Hav. Nakað eystari eru størri og smærri griksk og makedonsk ríkir, sum bera leivdirnar eftir ta glæsiligu griksku mentanina, og sunnanfyri síggja vit tað ovurríka fønikiska handilsríkið Karthago.
Nakað á sama hátt - sum var talan um ein forstørraða eftirgerð við sama motivi - síggja vit ta amerikonsku oynna (Norður-, Mið- og Suðuramerika) liggja og remba sær ímillum tvey meginhøv - Atlantshavið og Kyrrahav. Eisini á hesari myndini sæst í eystri ein forn mentan, hildin uppi av Europa, og har fyrst og fremst Fraklandi, Týsklandi og Bretlandi. Í vestri síggjast lond, sum í 1783 valla eru komin fyri seg, m.a. Japan, India og Kina.
Byrjunarmyndirnar eru sostatt í mongum lutum tær somu. Tvey smáríkir (til tað), nýlingar og uppstrembingar bæði tvey, lítið vird av av eldri og tignarligari ríkjum, hava víst seg á landkortinum. Men tað er ikki fyrr enn ein menning sæst, fyrr enn søgunnar dýnamikkur verður sjónligur, at samanburðurin verður merkiligur, viðkomandi, spennandi - fyri ikki at siga beinleiðis bergtakandi.
Pyrrhusar sigur
Fyrsta umfarið í hesum dýnamikki fatar um at vinna sær fremsta pláss á sínum avmarkaða øki. Tað lítla ríkið styrknar og veksur, ofta í mótburði, vinnur sær mótstøðuføri, vápnastyrki og tign og verður til høvuðsríki á síni oyggj ella hálvoyggj.
Rómverjar stríðast ímóti etruskum, gallarum og samnittum og lukanum. Í árinum 280 f.Kr. er Rómaborg høvuðsríki í Italia, eitt býarríki, sum hini mongu ríkini ikki bara mugu boyggja seg fyri, men nú eisini leita sær vernd frá.
Tá ið Pyrrhus kongur úr Epirus (á leið har Albania og Norðurgrikkaland eru í dag), sum hevur vágað sær inn á italskt land, býður rómverjum frið, velja teir ikki at taka av. Pyrrhus, svara teir, kann ikki rokna við friði og vinskapi, fyrr enn hann er farin úr Italia. Pyrrhus vinnur sín triðja sigur, men tað verður hansara seinasti. Hann rýmir úr Italia, maktaður av rómverskum treiskni.
Eftir 272 f.Kr., tá kríggið móti Pyrrhusi var av, er Rómaborg sostatt ikki bara tað sterkasta ríkið í Italia, landið hevur samstundis gjørt greitt, at tann italska hálvoyggin er tess áhugaøki. Her skal eingin óboðin gestur vága sær at koma og leggja land undir seg.
Monroe-doktrinin
Akkurát tað sama hendir í Amerika. Tey 13 ríkini taka eftir 8 ára stríð loysing frá Bretlandi í 1783. Tey skipa eitt samveldi, og í 1798 fær teirra stýrisskipan gildi. Tað nýggja samveldið tekur seg fram í stórum, handilsliga, hernaðarliga og í fólkatali, so tað brátt er høvuðsríkið á teirri amerikonsku oynni.
Og so hendir tað merkiliga. Í 1823 fær USA tilboð frá sínum gamla fígginda, Bretlandi, um at skipa eina felags samgongu, sum skal verja bæði londini móti einum møguligum fronskum álopi.
Freistingin at taka við hesum tilboð var stór. Men eftir ráðum frá tí gløgga og vísa John Quincy Adams, uttanríkisráðharra, tók USA ikki av. Sama ár verða høvuðstættirnir í amerikonskum uttanríkspolitikki fram til 1917 festir á blað. USA vil ikki dragast upp í tvídráttir í Europa. Og USA ger greitt, at ein og hvør uppílegging í viðurskiftir ikki bara í USA, men á øllum meginlandinum, verður roknað sum fíggindagerð. Hesin politikkur varð evnaður til í tí søguliga skjali, sum eftir James Monroe forseta fekk navnið Monroe-doktrinin.
Sostatt var fyrsta umfar í tí rómverska og tí amerikanska framvøkstrinum av. Rómverjar høvdu í 272 f.Kr. óavmarkað vald í Italia, sum nú var teirra áhugaøki. USA tilskilaði sær í 1823 við Monroe-doktrinini yvirvág á tí amerikanska meginlandinum, sum sostatt var teirra áhugaøki.
Fyrsta Puniska Kríggj
Annað umfar í hesi ríkisvíðkan kann í stuttum lýsast sum ferðin yvir um havið. Tað upprunaliga staðfasta ríkið verður av umstøðum, tað sjálvt ongan lut eigur í, tvingað at flota skip og koma sær í takholt við eitt ríki á einum øðrum meginlandi.
Í Italia byrjar hetta við, at býarríkið Messana á Sicilia følir seg hótt av grannaríkinum Sýrakus og biður rómverjar um hjálp. Rómverjar játta, men tá ið tann rómverski herurin kemur suður á Sicilia, er eisini Karthago, tað ríka handilslandið í Afrika, farið at kringseta Mes-sana. Sostatt komu rómverjar sær fyri fyrstu ferð í bardaga við tað ríka og mæta Karthago. Stríðið vaks, og endin var, at karthagar, sum vóru dugnaligir sjómenn, fóru at ræna og oyða bústaðir á tí italsku vesturstrondini.
Ein nýggj støða hevur tikið seg upp. Rómverjar, sum vilja liva í friði og als ikki vilja vaksa um sítt land, ásanna, at teirra trygd er í vanda, at teirra áhugaøki er hótt og somuleiðis teirra umdømi sum láturverji hjá hinum italsku ríkjunum. Senatið tekur støðuna til umhugsunar, og niðurstøðan er, at Rómaborg má vinna sær vald á høvunum rundan um Italia, alt sambært tí grundleggjandi aðalmálinum: trygd. Sostatt verður neyðugt at læra seg sigling og byggja ein herflota. Ella, sum Pompeius tók til 200 ár seinni: Navigare necesse est.
Tað er um hetta, Fyrsta Puniska Kríggj (264-241 f.Kr.) snýr seg. Eftir ein drúgvan, ræðuligan og útmaktandi bardaga verða rómverjar við yvirlutan. Tá kríggið er av, hava teir vald á Tyrrrhenska havi, og ár 237 f.Kr. ráða teir á Sicilia, Sardinia og Korsika.
Fyrri Heimsbardagi
Nærkast vit aftur okkara tíð, so hevur Fyrri Heimsbardagi sama týdning fyri USA, sum Fyrsta Puniska Kríggj hevði fyri rómverjar (so ólík hesi kríggj annars eru). Í Fyrra Heimsbardaga brustu tvær europeiskar samgongur saman. USA føldi ikki, at tað hevði nakað við henda tvídrátt at gera, og tey fyrstu krígsárini var meiriluti, bæði millum fólk og politikarar, fyri at halda seg frá uppílegging.
Men eins og Karthago við at søkja at bústøðum í Italia tvingaði rómverjar til stríð, soleiðis tvingaði tann týska herleiðslan (serstakliga Ludendorff) USA upp í kríggið.
Longu tíðliga, og serliga eftir at ein týskur kavbátur í mai 1915 hevði søkt tað eingilska ferðaskipið Lusitania, kom tann óhefta støðan hjá USA í vanda. Trýstið vaks, tá týskarar fyrst í 1917 fóru undir tað óavmarkaða kavbátakríggið. Í miðjum mars søktu týskir kavbátar 4 amerikonsk farmaskip. Umframt hetta høvdu eisini búskaparlig viðurskiftir týdning. USA hevði latið Fraklandi og Bretlandi stórar nøgdir av ídnaðarvaru, vápnum og lóðuri upp á borg, og landið hevði tí, um tað skuldi fáa sínar pengar aftur, fyrimun av, at Ententan (Bretland, Frakland og Russland) vann bardagan. Tann 6. apríl tóku bæði tingini undir við, at USA fór upp í bardagan.
Soleiðis hevði Fyrri Heimsbardagi við sær, at USA, við ringum tannabiti, fór burtur frá teirri isolationismu, sum landið hevði kunngjørt í 1823. Eins og rómverjar í tíðarskeiðinum 264-241 f.Kr. fóru yvir um hav, vunnu á Karthago og settu seg á grannaoyggjarnar, fóru amerikanarar í 1917 yvir um hav og bóru so í bandi, at teir saman við Ententuni vunnu bardagan.
Av avgerandi týdningi var í báðum førum, at áhugaøkið, trygdin bæði í ríkinum og í meginlandsins grannaríkjum, var hótt. Karthagar høvdu søkt at italskum ríkjum, og tann týski uttanríkisráðharrin Zimmermann hevði í fjarriti lovað Mexico tað umráði aftur, sum landið í 1848 hevði noyðst at lata til USA.

(Framhald næsta leygardag)