Ófrættakent at fáa mál kroyst niðuryvir okkum

Tað er óvist um kvøldskúlin í Havn fer at hava frálæru í ferðslu fyri teimum, ið vilja hava koyrikort til prutl

 

Nú er loyvt hjá 15 ára gomlum at taka koyrikort til lítil prutl, sum koyra í mesta lagi 30 kilometrar um tíman.

 

Men fyri at fáa prísin niður á eitt støði sum tey ungu hava ráð til, hevur tað ligið í kortunum at kvøldskúlarnir kring landið skulu átaka sær frálæruna í ferðslu.

 

Kring landið eru tað eisini fleiri kvøldskúlar, sum hava átikið sær hetta. Men spurningurin er, hvussu verður í Tórshavnar Kommunu.

 

Býráðið viðgjørdi málið hóskvøldið, men kom ikki til nakra niðurstøða. Sostatt verður tað ikki við tað fyrsta, at Kvøldskúlin í Havn fer at hava frálæru ferðslu fyri blaðungum, sum vilja hava koyrikort til lítið prutl – og kanska verður endaliga niðurstøðan, at tað skal kvøldskúlin slett ikki fara undir.

 

Býráðslimir vístu á, at frálæra í ferðslu er ein uppgáva hjá landinum og tí er tað skevt at landið skúgvar hana yvir á kommunurnar. Og býráðslimir halda eisini, at kommunurnar eiga ikki at lata seg kúga av harraboðum úr landsstýrinum.

 

Tey vísa eisini á, at hetta verður ein eyka útreiðsla hjá kommunum, tí tær fáa ikki fult endurgjald úr landskassanum fyri kvøldskúlan.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, heldur, at tað er ófrættakent, at kommunan soleiðis fær eitt mál kroyst niður yvir seg. Og hon heldur ikki, at tað er uppgávan hjá einum kommunalum kvøldskúla at geva ferðslufrálæru til koyrikort.

 

Annfinn Brekkstein heldur, at býráðið eigur at venda sær til landsstýrið og vísa á, at talan er um eitt landsmál.

 

– Hetta er ein rættiliga grundleggjandi og spurningur um býráðið eigur at góðtaka framferðina, heldur hann.

 

Ístaðin fyri at taka eina niðurstøðu, gjørdi meirilutin í býráðnum av at beina málið aftur í nevnd til nágreiniligari viðgerð. Men samstundis samtykti býráðið eisini at staðfesta, at talan er um eina landsuppgávu.

 

Teir einastu, sum ikki tóku undir við hesum, vóru javnaðarmenninir, Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson.

 

Heðin Mortensen tekur ikki undir við mannagongdini hjá landsstýrinum. Men hann helt, at fáa tey ungu ikki høvi til at taka koyrikort fyri ein bíligan prís, verður avleiðingin, at tey fara ikki at fáa sær koyrikort yvirhøvur, men fara ístaðin fyri at koyra við ongum koyrikorti.

 

– Tey einastu, sum verða rakt, eru tey ungu, sum ætla sær at fáa koyrikort, men sum ikki megna at fáa sær tað, skal tað kosta túsundtals krónur. Og tað fer at egga fólki at koyra við ongum koyrikorti, heldur Heðin Mortensen.

 

 

Um eina løtu hava vit eina viðmerking frá Henriki Old, landssstýrismanni í innlendismálum. Hann undrast á, at Tórshavnar Býráð heldur vil læra fólk at seyma grýluklæðir enn at geva ungdómi frálæru so at tey kunnu fáa koyrikort